Elsebeth slapp ikki í landsstýrið

Fólkaflokkurin kundi havt javnstøðu við at valt Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í landsstýrið. Men hon varð vrakað

– Sjálvandi hevði eg bjóðað meg fram sum landsstýriskvinna í vinnumálum og væntaði sjálvandi, at eg fekk landsstýrissess havandi í huga, at eg havi nógvar royndir og eri væl kvalifiserað umframt tann dygga stuðul og álit, sum fólk hava víst mær á løgtingsvalinum.

Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í sms-boðum til Kringvarpið í gjárkvøldið. In.fo royndi í allan gjár at fáa orðið á Elsebeth Mercedis Gunnleygdóttir, men hon tók ikki telefonin hóast vit ringdu til hana í allan gjár.

Tí tað var óvæntað, at eingin landsstýrissessur var til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum fekk fjórðflestar atkvøður.

Tað var ikki roknað við, at Jørgen Niclasen endaði aftur í landsstýrinum. Tí stóð tingkvinnan úr Klaksvík næst fyri, og tað váttar hon so fyri Kringvarpinum.

Samgongan og serliga Fólkaflokkurin hava fingið fleiri ábreiðslur fyri vantandi javnstøðuna – og fyri talið av aðalráðum og landsstýrisfólkum, sum er vaksið úr seks upp í sjey. Tað verður helst ein atfinning, sum fer at fylgja samgonguni alt valskeiðið.