ArtiCon ger klárt til nýggja býlingin við Stórutjørn

Arbeiðið gongur væl. Liðugt er at spreingja og grovplanera, og nú verða leiðingar lagdar og økið fínplanerað

Soleiðis skrivar byggifelagið ArtiCon, sum hevur arbeiðið um hendur.

 

– Seinni í apríl verður farið undir at leggja fjarhitarør, tá tey koma til landið. Síðan verða kantsteinar lagdir, og at enda verður asfalterað, skrivar felagið.

 

Í býlinginum verða yvir 400 búeindir við fjølbroyttum bústaðarmøguleikum.

 

##med2##

##med3##

 

Tórshavnar býráð hevur áður skrivað soleiðis um ætlanina:

 

Stóratjørn - ein burðardyggur býarpartur

 

28. september 2023 samtykti Tórshavnar býráð heildarætlanina »Stóratjørn – ein burðardyggur býarpartur«. Heildarætlanin fevnir um eitt stórt øki, sum sambært ætlanini fer at rúma 800-900 bústøðum umframt stovnum, miðstaðarbygging og øðrum.

 

Heildarætlanin skal virka sum vegleiðandi grundarlag undir víðari menningini av Stórutjørn, ið kann tillagast, so hvørt sum økini verða ment, og so hvørt sum nýggir tørvir koma undan kavi.

 

##med4##

##med5##

 

Heildarætlanin varð samtykt í Tórshavnar býráð 28. september 2023. Eitt tillagað skipanaruppskot fyri býlingarnar 1 og 4, við nærum tvífalt so nógvum búeindum, varð samtykt á býráðsfundi 23. oktober 2025.

 

Heildarætlanina sært tú í fullum líki her:

 

Stóratjørn - ein burðardyggur býarpartur

 

Gerðabók fyri býráðsfundin 23. oktober 2025

 

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##