29. november ber til at uppliva ?The Red Piano? í Parkini í Keypmannahavn.
Í 2003 játtaði Elton John at hava 75 konsertir í Las Vegas yvir eitt ára tíðarbil, og hetta tiltakið, fólk kundu uppliva í Caesars Palace, fekk heitið ?The Red Piano?.
Klaverleikarin fekk sær myndamannin David LaChapelle at sniðgeva framførsluna, ið harvið gjørdist ein ótrúliga flott sýning og framførsla grundað á reyða flyglið hjá Elton John.
Hendan kenda framførsla kemur nú fyri fyrstu ferð til Evropa, og tí verður møguleiki at síggja Elton John framføra í Keypmannahavn í november.
Í framførsluni verður møguleiki at uppliva fleiri av kendu løgunum hjá Elton John, samstundis at filmur, ið David LaChapelle hevur gjørt, verður vístur á einum 30 m. stórum stórskíggja handan Elton John og bólk hansara.
Í Parkini verður pallurin hesu ferð á langsíðuni og á plenuni verða sitipláss ? harvið verða pláss fyri 17.000 gestum.
Atgongumerkjasølan byrjar mánadagin 7. apríl kl. 9 á heimasíðuni billetlugen.dk