Elton John stúrir fyri heilsuni hjá Lady Gaga

Mong eru tey, sum eru øvundsjúk inn á støddina hjá vøkru Lady Gaga, men heimsstjørnan Elton John er bangin fyri, at Lady Gaga setur heilsu sína í vanda.

 

Vaksandi áhugin fyri Lady Gaga ávirkar hennara heilsu og vælveru, heldur Elton John.

 

- Hon er veik, og hon etur ikki, tá ið hon skal. Hon er ein genta, og tað er verri fyri gentur, sigur Elton John við Female First.

 

Hann sigur, at Lady Gaga arbeiðir ov nógv. Eina dagin er hon í Danmark, og dagin eftir er hon í Saudi Arabia.

 

- Eg eri bangin um hana, sigur Elton John.

 

Gaga er gumma at barninum hjá Elton John, Zachary, og tí hugsar Elton John nógv um heilsuna hjá Lady Gaga. Hann hevur tí sett seg í samband við foreldrini hjá Lady Gaga, og

hann sigur, at eisini foreldur hennara eru bangin um hana.

 

Elton John hevur sjálvur verið sjúkur. Fyri stuttum varð hann innlagdur á sjúkrahúsið, tí hann hevði ein bruna sum gjørdi, at hann hevði trupulleikar við at anda. Tí varð hann eisini noyddur at avlýsa konsert í Las Vegas.

 

Hetta veit eb.dk umvegis Female First.