Tá ið Elsebeth og Niels Pauli Danielsen fyri fleiri árum síðan fóru at fyrireika seg til, at hann skuldi fara frá sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi, fóru tey at hyggja seg um eftir húsum at keypa. Í Klaksvík búðu tey í prestagarði.
Tey leitaðu bæði í Klaksvík og í Havn, og valið fall á húsini, sum Kristian Eli og Jenny Lamhauge fyri umleið 60 árum síðan bygdu sær í Varðabú í Havn.
Tað var ikki minst orsakað av stóra grundstykkinum, at tey valdu at keypa júst tey húsini. Men tað taldi sanniliga eisini við, at Varðabú var at kalla mitt í býnum og ein blindvegur. Eitt friðarligt umhvørvi og hartil veðurgott.
Tá ið tey høvdu keypt húsini fyri sjey árum síðan, fór Elsebeth beinanvegin til verka.
- Eg hugsaði fyrst um, hvussu økið lá í mun til veður og vind og sólargang, og so fór eg í gongd, sigur Elsabeth.
Ger alt sjálv
Hon spurdi seg eisini fyri, hvat tað kostaði at fáa útbúgvin urtagarðsfólk at gera arbeiðið, men so nógv vildi hon ikki lata.
Elsabeth hevur áður gjørt tríggjar aðrar urtaarðar frá grundini, í Ónagerði á Viðareiði, á Gjarðanesi á Strondum og í prestagarðinum á Brekku í Klaksvík. Hon setti seg væl føra fyri at gera hetta eina ferð aftrat.
- Tað er so stuttligt at síggja, at alt skal vera vaksið so nógv eftir fáum árum, sigur hon.
Grundstykkið er 1100 fermetrar, og hon hevur verið ígjøgnum alt.
Veðurgott
- Her er so vælsignað veðurgott. Sóilin skínur altíð her. Ommubørnini siga, at sjálvt um tað regnar í Gundadali, skínur sólin altíð hjá ommu. Her er eingin ferðsla, og tað hoyrist ikki eitt kis. Fyri tað kundi hetta tað sama verið í Múla, sigur Elsebeth.
Tá ið tey keyptu húsini, varð kjallarin innrættaður fyrst, og tá ið tað arbeiðið var liðugt, kundi Elsebeth halda til har, og gernadisdagarnar var hon í Havn og arbeiddi hvønn dag í urtagarðinum.
- Eg gróv og gróv.
Í urtagarðinum vóru fleiri stór trø. Nøkur teirra noyddust at lúta fyri at fáa meira ljós. Hekkurin var blómandi ribes. Hann var gamal, og tí valdi Elsebth at fáa hann burtur.
Frá einum granna fekk hon efeu, sum nú prýðir veggin móti grannanum omanfyri.
- Tað mesta, sum veksur her, havi eg alt fram sjálv. Okkurt havi eg keypt, og okkurt havi eg fingið. Sumt havi eg tikið úr urtagarðinum, sum vit høvdu í Klaksvík, sigur Elsebeth.
Í tí stóra urtagarðinum eru fleiri ymisk bed við grótlaðing uttanum. Elsebeth hevur skil fyri, nær hvør einstøk planta blómar, og hon setir planturnar niður soleiðis, at altíð er nakað, sum blómar í hvørjum bedi.
Uppi í einum lerkatræi hongur ein lampa, og uttan um bedið, har flaggstongin stendur, eru lampur, sum hon kann tendra um kvøldið.
- Tá er ikki minst hugnaligt her.
Í einum króki standa borð og stólar, og undir einum veggi eru tríggir stórir steinar koppaðir á soleiðis, at teir kunnu brúkast sum borð
Og stólar.
Vildi nakað annað
Í garðinum er stórur grasvøllur. Hann hevur ongantíð verið veltur, og tað sæst av, at mógvur er undir. Vøllurin er alla tíðina hildin sum einhvør annar grasvøllur, er taðaður og sligin.
Elsebeth sigur, at urtagarðurin var væl hildin, men hon vildi hava hann øðrvísi. Tí fór hon undir hetta stórarbeiðið.
Vísir tað seg, at onkur planta ikki stendur á rætta stað, flytir hon hana alt eftir sólarganginum.
Niðast í garðinum eru trø stáplað. Tey fara í hvørnina hjá Elsebeth. Beint við hevur hon ein sankutøðkassa.
Har niðri hevur Niels Pauli saksað moldina, tí tey hava eisini nakað av eplum og rabarbum.
- Tað eru vínrabarbur, sum stava frá ommu. Eg hevði tær í Klaksvík í 30 ár, og nakað er eftir hjá øðrum av syninum í Klaksvík.
Vespurnar eru farnar at síggjast og hoyrast. Tað eru drotningarnar, sum fyrireika seg til at byggja reiður.
Elsebeth heldur, at áhugi hennara fyri plantur er nakað, sum liggur í henni. Hon hevur ikki lært nakað, men hevur bara følt seg fram og harvið fingið royndir.
- Áhugan hava eg altíð havt.
- Eg minnist, at eg sum barn gekk og sáddi ymist uttan fyri hús okkara í Klaksvík, og so skjótt sum tað fór at næla, át seyðurin alt av. Men eg royndi bara aftur.
Hon varð fødd í Danmark undir krígnum og hevði ommu og abba har. Tað besta hon visti, var at fara niður at ferðast hjá teimum, tí tey høvdu so nógv berjatrø í urtagarðinum.
- Tað liggur eisini í mammusa ætt á Húsum. Har vóru stór trø. Tað stuttliga var eisini, at abbasystir mín giftist til Havnar við Trónd Hansen. Eg var ofta við mammu inni hjá teimum.
Virðislønir
Tá ið Klaksvíkar kommuna í 1984 skipaði fyri kapping um vakrasta urtagarð, kom tað púra óvart á Elsebeth, at hon skuldi fáa fyrstu virðisløn.
- Urtagarðurin var tá als ikki liðugur, og vøllurin ikkii gjørdur. Men tá vóru ikki so nógvir urtagarðar.
Í 2005 fekk Elsebeth enn eina ferð fyrstu virðisløn í Klaksvík fyri sín urtagarð.
- Eg var líka bilsin tá. Vit vistu ikki av nøkrum, tá ið vit vórðu biðin um at koma í býráðshøllina til handanina av virðislønum. At vit skuldu fáa fyrstu virðisløn grunaði eg ikki, tí tað vóru so nógvir aðrir vakrir urtagarðar, sigur Elsebeth.
Hon gremur seg um, at hon ikki hevur gjørt so nógv í urtagarðinum í vár, sum hon gjarna vildi. Ryggurin hevur bilað.
Men fyri tað gevst hon ikki so. Tað ger einki, um arbeiðið tekur sína tíð, og hon hugnar sær millum allar planturnar.