Meðan hondbóltsheimurin bíðar eftir EM-finaluni í morgin, skulu næstu plássini avgreiðast í dag.
Vanligt er, at liðini ganga høgt upp í at vinna bronsudystin, og tað verður neyvan nakað undantak í dag, tá ið Slovenia og Norra bresta saman klokkan 17.30.
Slovenia kann fáa sítt besta úrslit í EM síðani silvari í 2004, meðan Norra kann betra um sítt besta EM-úrslit nakrantíð, sum var fjórða plássið í 2016.
Spurningurin er tó altíð hvussu nógv leikarar vilja leggja fyri áðrenn teir mánadagin skulu heim í feløgini at hugsa um landskappingar og Champions League.
Hálvfinalurnar í gjár kravdu ovurstóra orku, og tað verður heilt vist avgerandi fyri hvussu liðini eru før fyri at spæla bronsudystin - minnið enn eitt samdøgur eftir øgiliga stríðið í gjárkvøldið.
Sí eisini:
Dupult longd leiktíð: Kroatia í EM-finaluni eftir ársins hondbóltsdyst!
Slovenia so nær við skelkin - men Spania í EM-finaluni
Bronsudysturin verður eftir dystin um fimta plássið ímillum Týskland og Portugal.
Hesin dysturin hevur sum so einki annað at siga enn heiður, tí bæði liðini hava longu tryggjað sær luttøku í OL-undankappingini.
Kortini er lítil ivi um, at serliga Portugal ætlar sær fimta plássið við heim, sum eitt prógv upp á ta innrás, Portugal hevur gjørt á ovasta hondbóltstindin hesar vikurnar.
Týskland og Portugal spæla um fimta plássið klokkan 15.00.
Dystirnir kunnu stroymast beinleiðis á sjónvarpsmiðlinum hjá EHF við at trýsta niðanfyri: