EM: Favorittsigrar við snøklum

Bólkur C: Holland vann 3-2 á Ukreina og Eysturríki vann 3-1 á Norðurmakedónia

Tveir dystir hava verið í bólki C í kvøld. Fyrst vann Eysturríki 3-1 á Norðurmakedónia, eftir at undirtippaðu norðurmakedónarnir høvdu javnað, og seinni í kvøld vann Holland 3-2 á Ukreina, sum annars kom frá 0-2 til 2-2.

 

Stóra søgan í fyrra dystinum var, at 37 ára gamli Goran Pandev skoraði fyri Norðurmakedónia. Hann er næstelsti spælarin, sum hevur skorað til eitt EM-endaspæl. Síðani verður í skemti sagt, at hann eisini er yngsti spælarin úr Norðurmakedónia at skora til eitt EM-endaspæl, men sannleikin er at hann er tann einasti spælarin úr Norðurmakedónia, sum hevur skorað til eitt endaspæl.

 

Eysturríki hevði munin meginpartin av dystinum. Tað var eisini uppiborið, at Michael Gregoritsch og Marko Arnautovic kundu tryggja Eysturríki sigurin, eftir at teir komu á vøllin. Stefan Lainer legði Eysturríki á odda í fyrra hálvleiki, áðrenn Goran Pandev skoraði, eftir tvey fylgjandi mistøk frá eysturríkarunum.

 

Í seinasta dystinum í kvøld vann Holland 3-2 á Ukreina. Hetta var helst besti dysturin higartil í hesum endaspælinum. Hóast einki mál kom í fyrra hálvleiki, so var spælið avbera gott og álopskent.

 

##med2##

 

Í seinna hálvleiki komu málini eisini. Fyrst skoraði fyrrverandi miðvallarin hjá Liverpool, Georginio Wijnaldum, og síðani økti Wout Weghorst, tá ein tími var spældur. Ukreina svaraði aftur. Fyrst Andriy Yarmolenko við einum framúr vakrum máli, og bara fýra minuttir seinni javnaði Roman Yaremchuk eftir frísparksinnlegg.

 

Fimm minuttir fyri tíð skoraði Holland aftur. Innskifti Nathan Ake sendi bóltin innfyri, har Denzel Dumfries stútaði bóltin í málið til 3-2. Helst skuldi málverjin havt vart fyri.

 

Bólkur C:

 

Eysturríki – Norðurmakedónia 3-1 (1-1)

 

Holland – Ukreina 3-2 (0-0)