EM: Føroyar endaði á einum 13. plássi - vóru nummar 20 seinast

Føroyar eru einasta liðið uttanfyri topp-12, ið hevur ein plussmálmun

Føroyar eru "best of the rest" í EM-endaspælinum í hondbólti hjá monnum. 

 

Føroyar endaðu á einum trettanda pláss, ið er stór framgongd. Í 2024 endaðu okkara á einum tjúgunda plássi. 

 

Føroyar eru einasta liðið av teimum, ið ikki sluppu við til millumumfarið sum hevur ein plussmálmun.

 

Bara Føroyar og Norðurmakedonia hava trý stig. Føroyar hava málmunin pluss 10, meðan Norðurmakedonia hevur málmunin minus 11.

 

Montenegro endaði ikki aftast av teimum 24 EM-liðunum. Ukraina hevði verri málmun, og tí endaði Montenegro á einum 23. plássi.

 

HER eru EM-endastøðurnar millum nummar 13 og 24:

 

##med2##

 

 

 

 

 

Kelda: Wikipedia