Drigið er til EM-bólkarnar í Katowice í Póllandi, har Føroyar vóru í triðja styrkisbólkinum.
Føroyska kvinnulandsliðið er í bólki E saman við vertstjóðini, Póllandi, Fraklandi frá fremsta styrkisbólkinum, og Ukraina frá aftasta styrkisbólkinum.
Tað merkir, at okkara kvinnur fara at spæla innleiðandi bólkadystirnar í Katowice. Spodek-høllin í Katowice hevur pláss fyri 11.036 áskoðarum.
Føroyar hava avgjørt ein møguleika móti Ukraina, meðan tað verður torført at vinna á bólkafavorittunum, Fraklandi. Høvdu Føroyar møtt Póllandi á einum uttanveltaðum vølli høvdu vónirnar verið væl betri enn frammanfyri einari stórari pólskari heimafjøld. Óannsæð, so verður tað spennandi at fylgja føroysku kvinnunum í triðja endaspælinum á rað.
EM-endaspælið í Póllandi, Kekkia, Rumenia, Slovakia og Turkalandi verður leikt dagarnar millum 3. og 20. desember.
HER eru allir seks EM-bólkarnir:
##med2##











