ÍF skrivar soleiðis í kvøld:
Vit skulu boða frá, at sáttmálin við høvuðsvenjaran hjá 1. Deild monnunum, Kristoffer Kvistgaard, verður endaður. Partarnir eru vorðnir samdir um at enda samstarvið.
Kristoffur hevur verið venjari í felagnum síðani 2025. Umframt at venja besta mansliðið, hevur hann eisini havt talentvenjingar við ungdóminum.
Vit vilja við hesum takka Kristoffuri fyri tíðina og alla orkuna, hann hevur lagt í felagið. Vit ynskja honum alt tað besta víðari á yrkisleiðini.
Nýggi høvuðsvenjarin hjá besta mansliðnum verður Karl A. Løkin. Karl er væl í gongd við at taka A-venjara prógv og hevur, sum flest øll vita, drúgvar royndir sum fótbóltspælari. Vit meta, at hansara dygdir, royndir og persónligu førleikar kunnu koma felagnum og besta mansliði okkara tilgóðar.
Karl fer framhaldandi at røkja uppgávuna sum høvuðsvenjari hjá U18 dreingjum saman við øðrum góðum kreftum.
Karl fer undir arbeiðið fulla tíð og kann tí røkja báðar sessirnar.
Vit ynskja honum hepna hond við arbeiðinum og gleða okkum til samstarvið.










