Kyndil er á odda 1-0 í FM-hálvfinaluuppgerðini móti Neistanum í SMS-deildini.
Í høllini á Hálsi vann Kyndil greitt 28-21 í fyrru/fyrstu FM-hálvfinaluni. Í steðginum vóru kyndilskvinnur á odda 12-9.
Marjun Falkvard Danberg var við fimm málum toppskjútti hjá Neistanum. Silja Geirsdóttir Eystberg og Joan Johannesen vóru við seks málum hvør toppskjúttar hjá Kyndli.
Klokkan 20 byrjaði 1. FM-hálvfinalan millum VÍF og H71 í høllini í Vestmanna.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum Neistin-Kyndil 21-28 (9-12):
##med2##











