Umboð fyri Ukraina, Russland og USA hittast í morgin og leygardagin at tosa um kríggið í Ukraina.
Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, sambært Reuters.
Fundurin, sum verður lýstur sum tann fyrsti av sínum slag, verður hildin í Sameindu Arabisku Emiratunum.
Fráboðanin um fundin kemur eftir at Zelensky helt eina røðu á World Economic Forum í Davos í Sveis, og eftir at hann fyrr seinnapartin hevði fund við amerikanska forsetan, Donald Trump.
Sambært Zelensky er "skjalið, sum skal enda kríggið, næstan klárt." Hetta segði hann í røðuni uttan at útgreina, hvat er uppá pláss, og hvat semja ikki er um.
Tað er ikki greitt, hvønn Ukraina sendir til Sameindu Arabisku Emiratini.
Zelensky sigur, at Russland hevur brúk fyri at gera semjur.
– Tað er betri enn ikki at hava nakað slag av samskifti, sigur Zelensky um komandi samráðingarnar.
– Um Gud vil, steðgar kríggið. Tað vóni eg, sigur Zelensky.
/Ritzau/











