Landsliðsvenjarin hjá spanska landsliðnum í manshondbólti, Jordi Ribera hevur tikið út ein hóp upp á 18 mans, ið sannlíkt verður tann endaligi EM-hópurin til endaspælið í Danmark, Svøríki og Noregi.
Spania kemur at spæla sínar innleiðandi dystir í bólki A, har mótstøðulini vera Týskland, Eysturríki og Spania. Ikki júst tann lættasti bólkurin. Dystirnir vera leiktir í Boxen í Herning.
Undan EM-endaspælinum fer Spania 8. og 10. januar at spæla venjingardystir á heimavølli móti Slovakia og Tunesia.
Spania spælir fyrsta EM-dystin 15. januar móti Serbia.
HER er spanski EM-hópurin:
- Málverjar | Ignacio Biosca García (HBC Nantes) og Sergey Hernández Ferrer (SC Magdeburg).
- Spælskiparar | Ian Tarrafeta Serrano (HBC Nantes) og Natan Antonio Suárez Diaz (Sporting CP).
- Høgru bakkar | Alex Dujshebaev Dovichebaeva (KS Kielce), Imanol Garciandia Alustiza (Pick Szeged) og Marcos Fis Ballester (Club Balonmano Granollers).
- Venstre bakkar | Agustín Casado Marcelo (HC Montpellier), Jan Gurri Aregay (Sporting CP), Daniel Dujshebaev Dovichebaeva (KS Kielce) og Antonio Serradilla Cuenca (TVB Stuttgart HB).
- Høgru vengur | Kauldi Odriozola Yeregui (HBC Nantes), Aleix Gómez Abelló (FC Barcelona).
- Vinstru vengur | Ian Barrufet Torrebejano (FC Barcelona) og Daniel Fernández Jiménez (FC Barcelona).
- Strikuspælarar | Abel Serdio Guntin (Wisla Plock), Javier Rodríguez Moreno (Sport Lisboa e Benfica) og Víctor Romero Holguin (Sporting CP).










