U.S. Southern Command almannakunngjørdi hesar myndirnar av álopum á tríggjar bátar í Kyrrahavinum fyrr í desember. Hósdagin sprongdi amerikanski herurin aftur á ein bát, sum skal vera undir illgruna fyri at hava smuglað rúsevni. (Savnsmynd). - Mynd: Útbýti/Ritzau Scanpix

Drupu fimm í nýggjum álopi á mistonktan rúsevnisbát

Við seinasta álopinum eru tilsamans 104 fólk dripin í amerikanska átakinum móti rúsevnasmuglarum í Suðuramerika.

U.S. Southern Command almannakunngjørdi hesar myndirnar av álopum á tríggjar bátar í Kyrrahavinum fyrr í desember. Hósdagin sprongdi amerikanski herurin aftur á ein bát, sum skal vera undir illgruna fyri at hava smuglað rúsevni. (Savnsmynd). - Mynd: Útbýti/Ritzau Scanpix

Fimm undir illgruna fyri rúsevnasmugling doyðu í gjár í einum amerikanskum álopi á tveir bátar í eystara parti av Kyrrahavinum.

Tað skrivar U.S. Southern Command, sum hevur ábyrgdina av amerikanska hernaðarvirkseminum í Latínamerika og Karibia, á sosiala miðlinum X.

– Fregnartænastan staðfestir, at skipini sigldu eftir leiðum, sum eru kendar fyri at vera nýttar til rúsevnahandil í eystara parti av Kyrrahavinum og vóru við í rúsevnahandili, skrivar U.S. Southern Command.

Seinastu mánaðirnar hevur amerikanski herurin havt eitt miðvíst átak móti skipum, sum eru undir illgruna fyri at smugla rúsevni úr Suðuramerika til USA.

Sambært einari uppteljing, sum tíðindastovan AFP hevur gjørt, eru tilsamans 104 fólk dripin orsakað av átakinum í Karibiska havinum og Kyrrahavinum.

U.S. Southern Command lýsir tey, sum doyðu í seinasta álopinum, sum "narko-yvirgangsmenn".

Tað er ikki greitt, júst hvar álopið fór fram.

/Ritzau/