Síggja yvir 1000 video á tiktok um dagin

– Trupulleikin við skíggjanýtslu er ein alt ov stór byrða at leggja á foreldrini. Tey hava ongan kjans at lyfta hana, og børnini hava ikki førleikarnar at standa ímóti.

– Tí noyðist politiski myndugleikin at reglulera hesi viðurskifti, sigur Gitte Klein, sálarfrøðingur, sum er órógvað um gongdina.

Tað sigur hon í samrøðu við Sosialin.

At skíggjanýtsla er ein stórur trupulleiki millum børn og ung, og soleiðis eisini er vorðin ein samfelagstrupulleiki, man fáur ivast í. 

Gitte Klein er ein teirra, sum er órogvað um ovurstóru skíggjanýtsluna, og hon heldur, at neyðugt er at avmarka atgongdina hjá børnum og ungum. 

Hon fylgir væl við á hesum øki, og hon veit eisini um nýggju donsku kanningina, sum stovnurin, Analyse & Tal, hava gjørt.

Kanningin, sum verður umrødd í blaðnum í dag, vísir, at fleiri børn og ung brúka upp í tímar á skíggjanum um dagin.

Kanningin vísir eisini, at tað eisini eru tey, sum hyggja eftir fleiri hundrað Tik Tok-video um dagin – og onkur hyggur enntá eftir fleiri enn túsund.

Lesið meira um kanningina og samrøðu við Gitte Klein í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.