Í juli mánaði verður ein EM undankapping í Føroyum. Lutakastið í heyst lagaði tað soleiðis, at Føroyar komu í bólk saman við Ukreina, Skotlandi og Sveits. Á ársaðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum leygardagin upplýsti Torleif Sigurðsson, at tað er avrátt, at kappingin skal vera í Føroyum frá 9. og til 15. juli í summar.
Avtalur eru gjørdar við Álv Hansen og Jón Harald Poulsen um, at teir skulu halda fram sum ávikavíst venjari og hjálparvenjari hjá U?18 kvinnulandsliðnum.
Bæði í fjør og í fyrraárið vóru EM undankappingarnar hjá U?18 kvinnunum í Onglandi. Bæði í 1998 og í 1999 vóru kappingarnar í november, og teir báðir omanfyri nevndu venjararnir høvdu ábyrgdina bæði árini. Í fjør var føroyska liðið millum annað í bólki saman við Ukreina, sum tað eydnaðist at spæla 1?1 ímóti.