Slovenia, Noreg og Póland, ið eru liðini føroyska manslandsliðið skal spæla dystir ímóti í innleiðandi EM-bólki D, hava øll trý spælt venjingardystir í dag.
Noreg vann tíðliga seinnapartin 38-35 (20-18) á Niðurlondum í Golden League dysti í Royal Arena í Keypmannahavn.
Póland hevur tikið lut í einari kapping í Spania. Í seinasta dystinum í dag vann Póland stórsigur 38-20 (19-10) á Slovakia.
Slovenia, ið vit skulu spæla ímóti í Berlin komandi hósdag klokkan 17 tapti á útivølli 26-32 (10-16) fyri Kroatia.
Póland og Slovenia spæla ikki fleiri venjingardystir undan EM-endaspælinum.
Í morgin klokkan 12.30 spælir Noreg móti Egyptalandi í dysti í Golden League í Odense. Tað verður seinasti venjingardysturin hjá Noreg undan EM-endaspælinum.
Føroyar spæla klokkan 19.30 í kvøld seinna venjingardystin móti Belgia í høllini á Hálsi. Føroyar vunnu fyrra dystin 41-31 (19-16).