EM: Slovenia vann greiðan sigur á Pólandi í okkara bólki

Føroyar mugu hava stig móti Noregi um vit skulu vinna okkum í millumumfarið

Í kvøld klokkan 19.30 stendur slagið millum Føroyar og Noreg í EM-bólki D í Mercedes Benz Arena í Berlin.

 

Hini bæði liðini í okkara bólki, Slovenia og Póland hava júst spælt í Mercedes Benz Arena í Berlin.

 

Slovenia, ið hevði stórar trupuleikar at knógva Føroyar vann ein greiðan 32-25 sigur á Pólandi. Slovenia var á odda 30-21, men Póland megnaði at pynta um úrslitið seinastu løtuna.

 

Í steðginum var Slovenia á odda 20-14. 

 

Toppskjúttar hjá Slovenia vóru Gasper Marguc við seks málum, og Tilen Kodrin og Dean Bombac við fimm málum hvør.

 

Toppskjúttar hjá Pólandi vóru Michal Olejniczak, Ariel Pietrasik og Szymon Sicko við fýra málum hvør. 

 

Slovenia hevur nú fýra stig, Noreg hevur tvey stig, meðan Føroyar og Póland einki stig hava. 

 

Hetta merkir, at Føroyar mugu hava stig móti Noreg um vit skulu hava ein møguleika at vinna okkum í millumumfarið. Vinnur Noreg vera tað Slovenia og Noreg, ið vinna seg í millumumfarið.