HSF skrivar:
- Mikudagin 4. februar kl. 10.00 koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá kvinnum millum Føroyar og Portugal til sølu. Dysturin verður leiktur mikudagin 4. mars Við Tjarnir. Sølan verður á https://tix.fo/fo/vidtjarnir/buyingflow/tickets/632/1473/
Sitipláss til Føroyar – Portugal eru atgongumerki, har setrini eru talmerkt, meðan standipláss eru atgongumerki, har ein kann standa í økinum kring gyrðingina handan áskoðaraplássini. Børn undir skúlaaldur sleppa ókeypis inn, men mugu tó sita hjá einum vaksnum. Um tey ynskja egið setur krevur hetta atgongumerki. Møguleiki verður at keypa í mesta lagi 6 atgongumerki í hvørjum keypi.
Eitt sitipláss kostar 200 kr., meðan eitt standipláss kostar 150 kr. Eitt avgreiðslugjald kemur afturat í sambandi við keypið.
Føroyar byrjar við heimavølli móti Portugal, sum verður mikudagin 4. mars, síðani á útivølli 8. mars í Portugal, Matosinhos.
Um áskoðarar hava áhugað at fara til dystin í Portugal, ber til at seta seg í samband við HSF, umvegis hsf(at)hsf.fo fyri at tryggja sær atgongumerki. Skrivar HSF.











