Um tvær vikur verður EM-undankapping í Føroyum. Talan er um undankappingarbólk 9 hjá U17-gentum, sum Føroyar hava fingið ábyrgdina av at avgreiða. Umframt Føroyar, so eru hini londini í bólkinum Grikkaland, Italia og Noreg.
Kappingin verður dagarnar 25. til 30. september. Fyrstu tveir dystirnir hjá Føroyum verða spældir á Tórsvølli 25. september kl.13.00 og 27. september kl.18.00 ímóti ávikavist Italia og Noregi. Hin seinasti dysturin verður á Svangaskarði 30. september kl.15.00 ímóti Grikkalandi.
Venjarar hjá føroyska U17-liðnum eru Jan Mølvad Laursen og Bára Skaale Klakkstein. Tey hava úttikið hesar 18 leikararnar at umboða Føroyar:
Anna S. Hansen og Durita Hummeland, EB/Streymur
Elisabet Vang, Silja R. Róin og Guðrið Thomsen, B36
Annika Dam og Rebekka F. Benbakoura, HB
Jónvá Hentze og Ása á Reynatúgvu, B71
Birita B. Nielsen, B68
Bettieyð Ellingsgaard, MB
Hjørdis Rasmusdóttir, Víkingur
Janita Diana Ole-Jacobsen, 07 Vestur
Tóra Mohr, Amanda Johannessen, Erla Christiansen, Evy á Lakjuni og Gudny Johannessen, KÍ