Tað er longu greitt nú, at Danmark vinnur EM-millumbólk 2 og Svøríki verður nummar tvey í bólkinum.
Danmark vann greiðan 29-23 sigur á Noregi. Í fyrra hálvleiki avrikaðu danir framúr væl, og vóru á odda 18-11 í steðginum.
Danmark hevur átta stig og hevur vunnið millumbólk 2. Svøríki hevur seks stig og er staðfestur tveyari í bólkinum. Tað vera sostatt tvey norðurlendsk lið í hálvfinalunum.
Danmark-Noreg 29-23 (18-11)
Danmark: Hans Lindberg 5, Mathias Gidsel 5, Simon Pytlick 5, Niclas Kirkeløkke 3, Magnus Saugstrup 3, Emil Jakobsen 2, Mads Mensah Jacobsen 2, Lukas Jørgensen 1, Mikkel Hansen 1, Simon Hald Jensen 1, Magnus Landin Jacobsen 1.
Noreg: Alexandre Blonz 5, Sander Sagosen 4, Kent Tønnesen 3, Tobias Grøndahl 3, Harald Reinkind 2, Kevin Gullaksen 1, Simen Lyse 1, Magnus Gullerud 1, Kristian Bjørnsen 1, Christian O'Sullivan 1, Sebastian Barthold 1.
HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum millum Danmark og Noreg:
##med2##
23/1 klokkan 14.30: Niðurlond-Portugal
23/1 klokkan 17.00: Slovenia-Danmark
23/1 klokkan 19.30: Noreg-Svøríki