EM24: Nú kemur fótbólturin heim

EM24: Vónirnar til Ongland eru góðar og tað er møguleiki fyri, at fótbólturin kemur heim hesaferð

Mynd: Jude Bellingham

EM-søgan hevur givið Onglandi arr fyri lívið. Tvær ferðir hevur vegurin til eitt EM-heiti verið á heimavølli á Wembley. Báður ferðirnar sveið tað illa at tapa. Ongland tapti í hálvfinaluni á gamla Wembley móti Týsklandi í 1996. Tað var eftir brotssparkskapping og tað var núverandi landsliðsvenjarin, Gareth Southgate, ið brendi avgerandi brotssparkið. Týskland vann finaluna móti Kekkia.

 

Á sumri 2021 stóð Ongland aftur á heimavølli. Hesa ferð í finaluni á nýggja Wembley. Áhugin fyri at koma á stadion var so stórur, at tað bleiv rok uttanfyri Wembley og mett verður, at fleiri hundrað áskoðarar vóru til finaluna, sum ikki høvdu atgongumerki. Aftur tapti Ongland upp á brotssparkskapping. Hesa ferð móti einum undirtippaðum italskum landsliði.

 

Fleiri spælarar í heimsflokki

 

Ongland hevur havt fleiri ættarlið av sterkur landsliðum. Soleiðis er eisini til EM 2024. Kyle Walker, Declan Rice, Jude Bellingham, Bukayo Saka, Phil Foden og Harry Kane eru allir góð boð til bólkin ”spælarar í heimsflokki”.

 

Stjørnuspælarin er Jude Bellingham. 20 ára gamli miðvallarin hjá Real Madrid hevur livað upp til heitið sum ein komandi heimsstjørna. Hann hevur yvirhálað Harry Kane sum størsta stjørnan á enska landsliðnum. Jude Bellingham hevur avgjørt ein dyst fyri og annað eftir hjá Real Madrid. Hann kann blíva spælarin, sum vinnur Onglandi sítt fyrsta EM.

 

Stóra avbjóðingin er í verjupartinum. Málverjin hjá Everton, Jordan Pickford, stendur ikki mát við bestu málverjarnar í Evropa. Tað ger verjuparturin heldur ikki. Harry Maguire hevur verið ímyndin av avbjóðingunum, men hann er ikki við.

 

Tað verður her, at Gareth Southgate skal tjena sínar pengar. Hetta er fjórða endaspælið hjá honum og hann hevur rokkið hálvfinaluna til HM í 2018 og finaluna til EM í 2020. Tó var avrikið til HM í Katar á vetri í 2022 minni gott. Tá reyk Ongland út í fjórðingsfinlauni. Tað verður ikki trot á talentum hjá Onglandi, men heldur ein avbjóðing at finna eina javnvág.

 

Um alt spælir væl av, so kann hetta verða endaspælið, har EM-heitið endaliga kemur til Onglands. Men helst tapa teir upp á brotssparkskapping í hálvfinaluni ella finaluni.

 

Føroyar hava ongantíð spælt móti Onglandi. Tað hevur verið heilt stóra ynskið at fáa ensku stjørnurnar hendan vegin, men av teimum stóru londunum, so mangla vit enn Ongland. EB/Streymur spældi í 2008 móti Manchester City í UEFA Cup, og í 2011 møtti NSÍ Fulham í Europa League.

 

Hópurin:

 

Málverjar:

 

Dean Henderson (Crystal Palace)

 

Jordan Pickford (Everton)

 

Aaron Ramsdale (Arsenal)

 

Verjuspælarar:

 

Lewis Dunk (Brighton)

 

Joe Gomez (Liverpool)

 

Marc Guehi (Crystal Palace)

 

Ezri Konsa (Aston Villa)

 

Luke Shaw (Manchester United)

 

John Stones (Manchester City)

 

Kieran Trippier (Newcastle)

 

Kyle Walker (Manchester City)

 

Miðvallarar:

 

Trent Alexander-Arnold (Liverpool)

 

Conor Gallagher (Chelsea)

 

Kobbie Mainoo (Manchester United)

 

Declan Rice (Arsenal)

 

Adam Wharton (Crystal Palace)

 

Áleyparar:

 

Jude Bellingham (Real Madrid)

 

Jarrod Bowen (West Ham)

 

Eberechi Eze (Crystal Palace)

 

Phil Foden (Manchester City)

 

Anthony Gordon (Newcastle)

 

Harry Kane (Bayern München)

 

Cole Palmer (Chelsea)

 

Bukayo Saka (Arsenal)

 

Ivan Toney (Brentford)

 

Ollie Watkins (Aston Villa)

 

Venjari: Gareth Southgate (England)

 

Mynd: Jude Bellingham