EM24: Rumenia fekk dreymabólkin

EM24: Tað eru ikki tey stóru nøvnini á rumenska landsliðnum, men lutakastið er við teimum

Mynd: (Álvur Haraldsen) Kaj Leo í Bartalsstovu er einasti føroyingurin, sum hevur spælt í rumenskum fótbólti

Rumania er í bólki F saman við Belgia, Ukreina og Slovakia. Tað eru ikki tey stóru nøvnini á rumenska landsliðnum. Navnframastur er Ianis Hagi, men tað er størri mun tí pápi hansara er ongin minni enn Gheorghe Hagi, eitt satt fótbóltshalgimenni í Rumenia. Næstur á listanum er Radu Dragusin, sum í vetur skifti frá italska Genoa til Tottenham.

 

Alíkavæl hevur Rumenia vunnið seg til EM ósigrað. Rumenia vann undankappingarbólk I framman fyri Sveis, sum telur fleiri spælarar á flottum fótbóltsbústøðum í Evropa.

 

Maðurin, sum fær stóran heiður fyri avrikini, er venjarin Edward Iordanescu. Hann hevur staðið í skugganum av pápa sínum, Anghel Iordanescu, ið var bæði stórspælari og í trimum førum landsliðsvenjari hjá Rumenia. Tað var millum annað Anghel Iordanescu, sum stóð á odda fyri rumenska liðnum, ið vann 7-0 á Føroyum í Bukarest í 1992. Hetta er ein tangering av størsta tapinum hjá føroyska landsliðum nakrantíð. Hini vóru 7-0 og 8-1 móti Jugoslavia.

 

Edward Iordanescu tók við í 2022. Hann spældi lítið og einki sum spælari og tað tók eina løtu, áðrenn venjaraleiðin tók dik á seg. Serliga er hann kendur fyri at hava vunnið rumensku deildina við CFR Cluj.

 

Brúk fyri øllum snildum

 

Tað verður brúk fyri øllum snildum, um Rumenia skal gera seg galdandi til EM. Lutakastið hevur givið teimum ein fínan møguleika at koma víðari, men tað er torført at spáa um rumensku avrikini, tí fáir spælarar spæla á høgum stigi. Nicolae Stanciu (Damac) og George Puscas (Bari) eru tveir, sum saman við Ianis Hagi (Alavés) og Radu Dragusin (Tottenham) skulu bera liðið.

 

Stjørnuspælarin er Radu Dragusin. Hetta er skansin í verjuni. Hann hevur spælt á hægsta stigi seinastu árini við Inter og spælir nú við Paris St. Germain. 29 ára gamli verjuspælarin fekk ein óhepnan skaða fyrr í hesum kappingarárinum, men er komin fyri seg. Rumenia kann væl koma víðari úr bólkinum, tá hugsað verður um styrkina á hinum liðunum í bólkinum. Men so steðgar tað eisini har.

 

Átta ferðir hava Føroyar og Rumenia spælt og allar átta ferðirnar hevur Rumenia vunnið. Samanlagda málúrtøkan er 26-2. Tvær ferðir er tað endað við 1-0 tapi. Tey bæði føroysku málini skoraðu Egil á Bø og Viljormur Davidsen. Kaj Leo í Bartalsstovu skifti í 2016 púra óvæntað til Dinamo București.

 

Hópurin:

 

Mávlerjar:

 

Florin Nita (Gaziantep)

 

Horatiu Moldovan (Atlético Madrid)

 

Stefan Tarnovanu (FCSB)

 

Verjuspælarar:

 

Andrei Ratiu (Rayo Vallecano)

 

Vasile Mogos (Cluj)

 

Radu Dragusin (Tottenham)

 

Bogdan Racovitan (Raków)

 

Adrian Rus (Pafos)

 

Ionut Nedelcearu (Palermo)

 

Andrei Burca (Al-Okhdood)

 

Nicusor Bancu (U. Craiova)

 

Miðvallarar:

 

Deian Sorescu (Gaziantep)

 

Marius Marin (Pisa)

 

Alexandru Cicaldau (Konyaspor)

 

Razvan Marin (Empoli)

 

Nicolae Stanciu (Damac)

 

Adrian Sut (FCSB)

 

Darius Olaru (FCSB)

 

Dennis Man (Parma)

 

Valentin Mihaila (Parma)

 

Ianis Hagi (Alavés)

 

Florinel Coman (FCSB)

 

Áleyparar:

 

Denis Dragus (Gaziantep)

 

George Puscas (Bari)

 

Denis Alibec (Muaither)

 

Daniel Birligea (Cluj)

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Kaj Leo í Bartalsstovu er einasti føroyingurin, sum hevur spælt í rumenskum fótbólti