Tíðindaskriv:
Lagt verður fyri við trimum stuttum framløgum um føroysk viðurskifti:
• Barbara Gaardlykke Apol, búskaparfrøðingur, um búskaparliga ójavnan millum kyn og foreldur
• Brandur Mortensen Nolsøe, samskipari í Javnstøðunevndini, um triðju vaktina
• Niels Uni Dam, formaður í Demokratia, um javnstøðuviðurskifti úr nýggjari kanning hjá Demokratia
Eftir tað fer Emma Holten at hava framløgu. Hon svarar eisini spurningum úr salinum.
Kom við! Tiltakið byrjar klokkan 19.00 og øll eru vælkomin.
Meira kann lesast um tiltakið á j.fo