Læknastríðið í Klaksvík snúði seg í stuttum um ein lækna, sum ikki kundi arbeiða í Føroyum, tí hann ikki var limur í danska Lægeforeningen.
– Men samstundis arbeiddi Emma Winther sum lækni í Fuglafirði uttan at vera limur.
Tað sigur Dávur Winther, sonur Emmu Winther, í sambandi við sendingina um læknastríðið í Klaksvík, sum varð víst í sjónvarpi í gjárkvøldið.
Stríðið í Klaksvík snúði seg um danska læknan Olaf Halvorsen, sum varð settur sum lækni í Klaksvík. Men av tí at hann hevði arbeitt sum lækni fyri nazistarnar undir krígnum, varð hann koyrdur úr danska Lægeforeningen – og tí kundi hann ikki vera í starvi sum lækni í Føroyum.
– Tá mamma var liðug sum lækni, royndi hon at melda seg inn í Lægeforeningen. Men tað slapp hon ikki. Hon fekk fyrst at vita, at felagið var bara fyri læknar. »Men eg eri lækni«, segði hon, og tá fekk hon at vita, at felagið var bara fyri menn, greiðir Dávur Winther, sonur hennara, frá.
Emma Winther avloysti Jacob Højgaard eitt skifti sum lækni í Fuglafirði og tók við starvinum, tá doktor Højgaard í 1954 fór til Havnar.
Eini fimm ár eftir hetta fær Emma Winther at vita, at hon skal vera limur í Lægeforeningen fyri at arbeiða sum kommunulækni í Føroyum – og at hon skuldi gjalda limagjald fyri øll árini, hon ikki hevði verið limur.
– Men tá mamma teir reisa og renna, og hon arbeiddi øll árini sum lækni uttan at vera limur í Lægeforeningen, greiðir Dávur Winther frá.
Helst hevur tað havt størri týdning fyri teir ráðandi at raka fyrrverandi nazi-læknan Olaf Halvorsen, enn ungu klaksvíkskvinnuna í Fuglafirði, tó at bæði í veruleikanum vóru í somu støðu: Starvaðust sum læknar í Føroyum uttan at vera limur í danska læknafelagnum.