Eftir ein heldur baldrutan dag við skiftandi kursum endaði tað við, at partabrævavirðið vaks á marknaðinum í Wall Street í New York í kvøld. Tá marknaðurin læt aftur, var Dow Jones-vísitalið hækkað 3,9 prosent. Nasdaq-vísitalið hækkaði 5,3 prosent.
Virðið fall annars í dag, tá amerikanski miðbankin kunngjørdi, at vøksturin í USA verður ikki so skjótur sum væntað, og at bankin tí fer at varðveita somu rentu sum nú í minst tvey ár afturat. Hetta var ikki júst tað, sum íleggjararnir høvdu vónað at hoyra, men eftir eina løtu sissaði marknaðurin seg, og virðið vaks aftur.