(Effodeildin: 19. umfar)
NSÍ - AB 1-1 (Rói Danielsen, 48. min. Magnus Olsen, 8 min)
94. min: Liðugt! AB hevur ikki tapt í átta dystir nú. Dysturin var rímiliga javnur og ein javnleikur er ikki av leið, hóast NSÍ kanska hevði betri tak á dystinum.
90. min: 4 minuttir eru lagdir aftrat.
87. min: Sorin Anghel hevur fingið gult kort fyri at fella ein leikara.
86. min: AB sær út til at vera rímiliga nøgd við javnleikin.
81. min: Beinir Ellefsen fær av vøllinum og Dmitrije Jankovic kemur inn.
75. min: AB skiftir út. Karstin Højgaard loysir Ahmed Keita, sum hevur brúkt alla orku, av.
73. min: Morten Overgaard hevur sæð gult fyri at geva ilt av sær.
71. min: Jens Joensen hevur fingið gult kort. Hann gjørdi eitt lítið fríspark og var ógvuliga ónøgdur við hetta, so Rói Jacobsen gav honum gula kortið fyri at rópa ófantaligt.
68. min: Dion Splidt hjá AB hevur fingið fyrsta gula kortið í dystinum.
65. min: Jonas Stenberg verður skiftur út, og inn kemur út Mikkjal Hentze kemur inn. Hetta merkir, at Jobin verður fluttur aftur á høgra bakk, og Mikkjal kemur inn at røkja framrættaðu uppgávurnar á miðvøllinum.
61. min: Eitt fínt álop, sum byrjar í høgru og verður flutt mitt fyri endar við, at Klæmint Olsen á brotsteigarmarkinum smekkar bóltin ein metur upp um við vinstra beini.
57. min: Magnus Olsen takkar fyri seg, og Sjúrður Jacobsen kemur á vøllin. Magnus Olsen hevur spælt ein serstakliga góðan dyst, men verður tikin av vøllinum nú tíðliga í seinna hálvleiki.
48. min: 1-1! Rói Danielsen hevur javnað fyri AB eftir hornaspark, har hann stóð við handaru stong, tveitti seg niður og fekk høvdið á bóltin. Hetta er annar dysturin upp í slag, at miðverjin skorar.
46. min: So eru teir byrjaðir at spæla bólt aftur á Toftum. Eingin útskifting er framd í steðginum.
Hálvleikur: Tað er ikki stórur munur á liðunum báðum, nú tey fara til hálvleiks. NSÍ hevur kanska havt munin, og Magnus Olsen hevur verið rættiliga sjónligur.
45. min: Ein minuttur er lagdur aftrat vanligu leiktíðini.
38. min: Spælið gongur aftur og fram, bæði liðini royna at fáa álop í gongd, men tað síðsta vantar hjá báðum liðum.
26. min: Jónas Stenberg kom í eina góða støðu eftir innkast, men høgri bakkurin hjá AB smekkar bóltin upp um. Hetta er størsti møguleikin í dystinum higartil – størri kjansur enn tann, Magnus Olsen skoraði uppá.
20. min: Runavíkingar hava higartil havt ein kjans, og tann kjansin skoraðu teir uppá. AB er framvegis væl við í dystinum og alt bendir á, at vit fáa fleiri mál aftrat.
8 min: NSÍ er longu á odda ímóti AB á Svangaskarði. Monrad Holm Jacobsen spældi Magnus Olsen leysan, sum setti bóltin framvið Símuni Rógva Hansen í AB-málinum.
NSÍ: Kristian Joensen – Monrad Holm Jacobsen, Jens Joensen, Per Langgaard, Jonhard Frederiksberg – Pól Jóhannus Justinussen, Karl Løkin, Magnus Olsen (Sjúrður Jacobsen, 56.) - Árni Frederiksberg (Jan Martin Mortensen, 83.), Klæmint Olsen, Andy Olsen.
Á bonkinum uttan at koma inn: Jákup Andrias Gaardbo, Pætur Høj, Haraldur Højgaard.
Gul kort: Dion Splidt, Sorin Anghel, Morten Overgaard.
AB: Símun Rógvi Hansen – Jónas Stenberg (Mikkjal T. Hentze, 66.), Morten Overgaard, Rói Danielsen, Beinir Ellefsen (Dmitrije Jankovic, 79.) – Kári Nielsen, Sorin Anghel, Jobin Drangastein – Dion Splidt, Ahmed Keita (Karstin Højgaard, 76.), Rógvi Poulsen.
Á bonkinum uttan at koma inn: Heðin Stenberg, Bjartur Kjærbo.
Gul kort: Jens Joensen.
Dómari: Rói Jacobsen.
HB - Víkingur 1-3 (0-0) = 0-1 (Finnur Justinussen, 69 min) 1-1 (Páll Mohr Joensen, 85 min) 1-2 (Finnur Justinussen, 86 min) 1-3 (Filip Djordjevic, 89 min)
EB/Streymur - TB 3-0 (2-0) = 1-0 (Leif Niclasen, 21. min) 2-0 (Arnbjørn Hansen, 25. min) 3-0 (Arnbjørn Hansen, 87 min)
07 Vestur - B36 1-4 (0-3) = 0-1 (Evrard Blé, 12. min) 0-2 (Súni Olsen, 34. min) 0-3 (Róaldur Jakobsen, 41. min) 1-3 (Ibrahima Camara, 47. min) 1-4 (Lukasz Cieslewicz, 90. min)
Klokkan 17: NSÍ-AB (Rás2 sigur frá dystinum)
Ìgjár: KÍ - ÍF 2-2 (0-0) KÍ: Álvur Christiansen (61. min) , Páll A. Klettskarð (93 min.) ÍF: Fritleif í Lambanum (48 min.) Øssur Dalbúð (87 min.)
07 Vestur: Andras Gango - Brandur Heinason - Gunleiv Olsen - Emil Mikkelsen - Torstein Mýlingstind - Jovan Panic - Tór-Ingar Akselsen - Jákup S. Olsen - Ibrahima Camara - Petur Dalbø - Holgar Durhuus.
B36: Tórður Thomsen - Høgni Eysturoy - Hørður Askham - Robert H. Brockie Benjamin Heinesen- Evrard Blé - Súni Olsen - Gilli Sørensen - Róaldur Jakobsen - Lukasz Cieslewicz - Adashina Lawal. (Dómari: Páll Augustinussen)
HB: Teitur Gestson - Alex dos Santos (77: Pál Mohr Joensen) - Heini Vatnsdal - Jóhan T. Davidsen - Tróndur Jensen - Kristin R. Mouritsen (80: Páll Mohr Joensen) - Bárður Olsen - Fróði Benjaminsen - Christian R. Mouritsen - Andrew av Fløtum.
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hanssen - Atli Gregersen - Erling Jacobsen - Dánjal Pauli Lervig - Kaj Leo í Bartalsstovu - Sam Jacobsen (46: Jann Ingi Petersen) - Hanus Jacobsen - Filip Djordjevic - Hjartvard Hansen (46: Sølvi Vatnhamar) - Finnur Justinussen. (Dómari: Rúni Gaardbo)
EB/Streymur: Réne Tórgarð – Gert Hansen, Marni Djurhuus, Dánjal Davidsen, Rógvi E. Nielsen - Leif Niclasen (Niels Pauli B. Danielsen, 77.), Levi Hanssen, Brian Olsen (Árni G. Olsen, 87.), Pætur D. Jacobsen, Hans Pauli Samuelsen (Gunnar Zachariassen, 72.) - Arnbjørn Hansen.
Gul kort: Gert Hansen, Brian Olsen.
TB: Predrag Markovic - Teitur Olsen, Martin Tausen, Óli Johannesen, Teitur Justinussen - Rógvi Joensen, Ndende Adama Guéye, Nicolas Deverdics, Ragnar Tausen (Eirikur Magnussarson Ellendersen, 55.) - Pól Ingason, Dan Mortensen.
Gul kort: Teitur Olsen, Martin Tausen, Ndende Adama Guéye, Eirikur M. Ellendersen.
Dómari: Juha-Matti Kanniainen.
1 min: Símun Samuelsen hevði ein stóran málmøguleika longu aftaná 20 sekund, tá verjan hjá Víkingi ikki var árvakin. Símun tók tó ikki av málmøguleikanum.
12. min: Evrard Blé hevur lagt B36 á odda ímóti 07 Vestur, aftaná hornaspark.
21. min: Leif Niclasen skorar fyri EB/Streym, aftaná upplegg frá Briani Olsen.
25. min: Arnbjørn Hansen økir til 2-0 til EB/Streym, aftaná upplegg frá Marna Djurhuus, har Arnbjørn setti Óla Johannesen og Predrag Markovic av, og skoraði trygt.
34 min: Súni Olsen hevur skotið enn eitt dundur-fríspark í netið fyri B36, so B36 nú er á odda 2-0 ímóti 07 Vestur í Sørvági.
38 min: Símun Samuelsen hevur verið eyðsýndur hjá HB, og hevur stórt sæð havt royndirnar, sum hava verið á Víkinga-málið. Spælið hevur gingið eitt sindur aftur og fram, og ikki tað stóra undirhaldið í Gundadali. Framvegis 0-0.
41 min: B36 eru á sigurskós, nú Róaldur Jakobsen hevur økt til 3-0 til B36 ímóti 07 Vestur vesturi á Dungasandi í Sørvági. Róaldur slapp leysur frá verjuni hjá 07 Vestur, aftaná gott upplegg frá Súna Olsen. Róaldur meddaði bóltin upp í samankomingina. 07 Vestur hevur havt stórar málmøguleikar eisini, men eru hvassir frammanfyri málinum.
45 min: Steðgur í Gundadali. Fyrri hálvleikur millum HB og Víking endaði 0-0. Størsti málmøguelikan var í fyrsta minuttinum, tá Símun Samuelsen ikki tók av. Heimildarmaðurin hjá in.fo heldur, at tað er ikki nakað serligt undirhald í Gundadali. Hálvleiksstøðan í Sørvági er 3-0 til B36 ímóti 07 Vestur. Hálvleiksstøðan í Streymnesi er 2-0 til EB/Streym ímóti TB. EB/Streymur er spælstýrandi í Streymnesi.
46 min: Filip Djordjevic hjá Víkingi hevur eitt gott skot á HB-málið, sum Teitur Gestsson í HB-málinum hegnisliga bjargar út til hornaspark. Víkingur hevur skift Jann Inga Petersen og Sølva Vatnhamar inn fyri Sam Jacobsen og Hjartvard Hansen.
48 min: 07 Vestur hevur lagt hart út, og tað gav úrslit tíðliga í seinna hálvleiki, tá Ibrahima Camara minkaði um munin til 1-3, og hevur givið 07 Vestur eina lívslinju. Stóri offensivurin hjá heimaliðnum gevur tó B36 møguleikar í hinum endanum.
50 min: Risamøguleiki til Arnbjørn Hansen hjá EB/Streymi, Predrag í TB-málinum bjargaði meistarliga.
55. min: Christian R. Mouritsen hjá HB er komin til góðar málmøguleikar, har serliga tann eini var stórur, men tað eydnaðist ikki Christiani at fáa tamarhald á bóltinum og gagnnýta málmøguleikan.
59. min: Útskifting hjá TB: Ragnar Tausen fór út, inn fyri hann kom Eirikur Magnussarson.
69 min: Víkingur er á sigurskós í Gundadali. Finnur Justinussen stýrdi einari góðari sending frá Bárði Hansen úr høgra síðu í netið til 1-0 til Víking. Málið er ikki heilt í tráð við leikgongdina, har HB hevur havt sínar málmøguleikar.
70 min: Vesturi í Sørvági hava bæði 07 Vestur og B36 sínar møguleikar. B36 hevur rakt stongina.
71 min: TB er betur við í Streymnesi, har serliga Ndende hjá TB er eyðsýndur í tí framrættaða spælinum.
77 min: HB hevur skift Alex Dos Santos út, Pál Mohr Joensen er komin inn.
78 min: TB hevur spent álopsbogan, tvørámenn hava flutt Òla Johannesen fram í álopið.
80 min: HB hevur aftur skift út. Páll Mohr Joensen er komin inn fyri Kristin R. Mouritsen.
81. min: EB/Streymur hevur skift Leif Niclasen út, inn er komin Niels Pauli B. Danielsen.
85. min: Páll Mohr Joensen hevur javnað fyri HB, aftaná gott samanspæl við Andrew av Fløtum.
86. min: HB-spælararnir fingu armarnar niður beinavegin. Tí Finnur Justinussen hevur við einum sonnum einmansavriki sent bóltin í HB-netið til 2-1 til Víking.
87 min: Arnbjørn Hansen hevur økt til 3-0 til EB/Streym ímóti TB, aftaná hegnisligt samanspæl við Niels Paula B. Danielsen.
89 min: HB spenti álopsbogan. Hetta gav Víkingi møguleika til mótálop, og hevur Filip Djordjevic økt til 3-1 til Víking ímóti HB.
90 min: Lukasz Cieslewicz staðfesti sigurin hjá B36, aftaná eitt mistak í verjuni hjá 07 Vestur. 4-1 til B36.
93 min: Staðfest: Víkingur vann 3-1 á HB, B36 vann 4-1 á 07 Vestur og EB/Streymur vann 3-0 á TB.
Tróndur Arge sigur frá NSÍ-AB á Svangaskarði á Toftum. Helgi L. Petersen verður viðmerkjari. Dysturin byrjar klokkan 17.