Endaði javnt hjá U-19

U-19 landsliðið fekk javnleik í seinasta dystinum, og harvið eitt stig í undankappingini í Rumenia

U-19 landsliðið hjá Føroyum hevur seinastu vikuna verið í Rumenia og spælt EM undankapping.

 

Dystirnir hava verið móti Rumenia, Sveis og Andorra.

 

Hósdagin tapti U-19 landsliðið 2-0 móti Rumenia, meðan teir leygardagin taptu 4-0 móti Sveis.

 

Í dag spældi Føroyar so ímóti Andorra, og úrslitið endaði við 1-1 javnleiki.

 

Andorra kom annars á odda longu aftaná 5 minuttir, men eitt gott korter fyri leiklok, eydnaðist tað føroyska liðnum at javna. Málskjúttin hjá Føroyum var Ari Olsen, sum dagliga spælir fyri Skála.

 

Føroyar endaðu sostatt aftast í sínum undankappingarbólki. Javnir í stigum, men við verri málmuni enn Andorra.

 

 

Føroyska liðið í dag móti Andorra:

Karstin Hansen – Ari Olsen, Bjarni Petersen, Hjalti Strømsten, Daniel Johansen – Petur Knudsen, Betuel Hansen, Jákup B. Andreasen – Adrian Justinussen, Teit Jacobsen, Meinhard Olsen.