Pedagogfelagið skrivar á heimasíðu sínari, at tað hjálpti, tá felagið kravdi, at Heðin Mortensen og Jørgen Niclasen komu við á fund, so gongd aftur fekst á samráðingarnar. Vandi var annars fyri verkfalli, tá semingsmenninir kastaðu handklæðið í ringin tann 19. desember, men í kvøld varð so loksins semja undirskrivað.
- Tá semingsmenninir kastaðu frá sær 19. desember, var óloysiligi knúturin at fáa eina orðing í sáttmálarnar um sálarligt arbeiðsumhvørvi. Hesa orðing kravdi Føroya Pedagogfelag at fáa afturfyri eina broyting í álitisfólkaskipanini, soleiðis at tað fram eftir skuldu vera minst fimm limir í Pedagogfelagnum á einum arbeiðsplássi, áðrenn teir kundu krevja at sleppa at velja álitisfólk, ímóti trimum í gomlu sáttmálunum.
- Loysnin, sum ongin tó var serliga fegin um, var einføld: Arbeiðsgevararnir sleptu kravinum um at broyta álitisfólkaskipanina, og so datt mótkravið hjá Pedagogfelagnum um ásetingina um sálarligt arbeiðsumhvørvi eisini burtur.
- Tá teir tríggir sáttmálapartarnir høvdu skrivað undir í kvøld, vóru teir samdir um, at langi dysturin var endaður við javnleiki, skrivar pedagogfelagið í grein á heimasíðu felagsins.
Greinin kann lesast við at trýsta HER