Endaleyst álopsspæl

Flogbóltur - Tað var ikki keðiligt, tá Fleyr og Mjølnir møttust leygardagin, tí bæði liðini skiftust um at herja á við álopsspæli. Tíverri fyri Mjølnir, átti Fleyr tørn í fimta setti

Bæði Fleyr og Mjølnir teljast millum liðini, ið liggja framvið at koppa SÍ av trúnini, men undan dystinum í Gundadalshøllini leygardagin var greitt, at bara annað teirra kundi gera tað. Og sigast skal, at bæði gjørdu sítt allarbesta fyri at vinna dystin!
Tey fyrstu fýra settini vóru at líkna við massakrur, har liðini skiftust um at hølva hvørt annað av. Mjølnir legði fyri, síðani Fleyr, so aftur Mjølnir og so eina ferð aftrat Fleyr – til tað stóð greitt, at alt skuldi avgerast við einum fimta setti.
Áskoðararnir høvdu so sanniliga heldur ikki kett seg, áðrenn tað kom so langt sum til fimta sett, tí bæði Fleyr og Mjølnir – upp á skift, tó – høvdu víst sínar bestu álopssíður fram. Spælt varð við fullari ferð, og í álopinum var eyðkent fyri báðar partar, at spælararnir tordu at sláa ígjøgnum.
Sjálvt um tey fýra settini vóru ójøvn, var talan um varierað álops­spæl, og tað vísti seg, at tað liðið, sum fekk álop í lag, eisini vann álopini.
Í fimta setti skuldi so alt av­gerast, men her vísti Fleyr seg at røkka longur. Nokk so skjótt fóru kvinnurnar úr Havn einar fýra bóltar framum, og tá fleiri blokad­ur riggaðu væl, umframt at fleiri servur vóru so mikið góðar, at Mjølnir ikki fekk nakað álop í gongd, gjørdist tað altso Fleyr, ið megnaði at revsa mótstøðuliðið í seinastu bóltunum.
Hetta merkir, at nú trý tey ovastu liðini hava spælt fimm dystir, er Fleyr bara tvey stig aftan fyri SÍ, meðan Mjølnir hevur fýra stig upp til oddasessin. Enn er tó nógv eftir at spæla um, so hetta kann eisini skifta, men í øllum førum kunnu vit vænta okkum, at hesi trý liðini fara at vera drúgv.