Løgtingið hevur í dag endaliga samtykt, at nú skulu hoyribrekað betala eitt egingjald upp á 2000 krónur fyri hvørt hoyritól. Hetta hevur verið eitt rættiliga umstrítt mál, tí hetta merkir, at tey, sum hava brúk fyri tveimum hoyritólum, skulu sjálvi betala 4000 krónur.
So tað er skjótt, at hetta kann blíva ein óberilig útreiðsla hjá einum húski, fyri ikki um at tala í teimum førum, at fleiri fólk í sama húski hava brúk fyri hoyritóli.
Bjarki Ellefsen, oyralækni, hevur eisini ávarað um, at hetta kann føra til, at fólk fara at spara hoyritól burtur, hóast tað er neyðugt.
Samgongan heldur eisini, at 2000 krónur í egingjaldi er ov høgt og tí skal hetta egingjaldi bara verða galdandi til 31. desember í 2011.
Men samgongan staðfestir, at tað er neyðugt at spara og tí verður hetta sett í gildi kortini.
Tó væntar samgongan, at landsstýriskvinnan fer at koma við einum uppskoti í vár, sum broytir hetta aftur.
Men landsstýriskvinnan í almannamálum hevur áður staðfest, at tað kann hon ikki lova, tí arbeiðsumstøðurnar í almannaráðnum eru ikki til tað.
Andstøðan royndi at tamba viðgerðina so langt sum gjørligt fyri at fáa uppskotið felt, men tað var alt til fánýtis og samgongan samtykti málið.