Í dag fer løgtingið undir 1. viðgerð av uppskotinum til nýggja pensjónsskipan. Eyðgunn Samuelsen greiddi á Rás 2 í gjár frá ætlanunum hjá landsstýrinum.
Eyðgunn Samuelsen sigur, at tað eru trý høvuðsendamál við pensjónsskipanini
Man fer at hækka inngjaldið og útgjaldið úr Samhaldsfasta, so at pensjónistar, sum onga inntøku hava, koma at hava 1.000 krónur meiri um mánaðin at liva fyri.
Næsta punktið er, at tað skal vera meiri lønandi hjá pensjónistan at arbeiða, um teir ynskja tað.
- Millum annað fara komandi pendsjónistar at kunna útseta sína pensjón, um tey hava hug at arbeiða longur og harvið fáa meiri í pensjón, sigur hon.
Triðja endamálið er at leggja upp fyri at vit gerast fleiri og tryggja, at vit eisini í framtíðini hava ráð at rinda fólkum eina góða pensjón.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Rás 2.