Endar tað við brotssparkskapping vinnur Víkingur

(Steypafinalan - ljóðsamrøður) Hoyr væl orðaða Víkinga-fjepparan, Rúna Klein Joensen seta orð á vónirnar hann hevur fyri enn einum steypasigri

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna in.fo/Rás2 gjørdi við tann kenda og væl orðaða Víkinga-fjepparan, Rúna Klein Joensen í heima hansara í Norðragøtu mikukvøldið.

 

Saman við einum øðrum hollum og væl orðaðum Víkinga-fjeppara, Per Martini Gregersen hevur Rúni Klein Joensen havt beinleiðis stroyming á facebook frá dystum hjá Vìkingi. Hetta hevur verið stórliga fagnað av sjómonnum og útisetum, sum halda við Víkingi.

 

Rúni Klein Joensen ásannar, at gongdin í ár ger KÍ til ein lítlan favoritt at vinna steypafinaluna, men hann slær fast, at hansara menn hava tær nógvu og drúgvu royndirnar, sum skulu til fyri at tað skal koppa vegin hjá Víkingi í annaðkvøld. Og endar tað við brotssparkskapping er Rúni Klein Joensen ikki í iva, so vinnur Víkingur.

 

Rúni Klein Joensen leggur dent á, at alt liðið stendur seg væl, men hann hevur serliga góðar vónir til Sølva Vatnhamar, sum Rúni við sjeytumma seymi slær fast er ársins spælari í føroysku landskappingini í ár.

 

In.fo og Rás2 siga beinleiðis frá finaluni um løgmanssteypið millum KÍ og Víking á Tórsvølli, sum byrjar klokkan 18 leygarkvøldið.