Endiliga blivið in at vera øðrvísi

Brynjolfur á Heygum er maðurin handan føroysku slóðbrótandi tekno verkætlanina Side Effect. Hann hevur fingist við tekno í næstan 10 ár, er í dag DJ í Danmark og ger egnan tónleik undir heitinum B.A.B.Y.

- Føroyar hava ongantíð havt nakra DJ mentan, men í Danmark verður ein DJ sæddur sum ein listamaður. Tað er stórur mundur á, sigur hann.

Brynjolfur á Heygum bleiv konfirmeraður í 1999. Við peninginum, ið hann fekk í konfirmatiónsgávu, keypti hann sær syntheseisara og útvegaði sær eina teldu. Men tað var teldu forritið Cubase, ið gjørdist veruliga startskotið hjá Brynjolfi til programmeringar og samplingar av elektroniskum tónleiki. Brynjolfur býr í dag í Danmark og ger egnan tónleik undir heitinum B.A.B.Y.

- B.A.B.Y verkætlanin er næstan akkurát byrjað. 1 oktober 2007 legði eg fyrsta lagið hjá mær út á myspace. Eg ætli mær við hesari verkætlanini at DJ’a nógv og remiksa eina rúgvu. Eg havi higartil remiksað fyri Heiðrik á Heygum og Petur Háberg og fari skjótt undir at gera eitt remiks fyri Bloodgroup. Eg havi nógv annað í kikaranum, men tað er ikki endaligt staðfest enn, greiðir Brynjolfur frá, tá vit hava sett okkum til rættis.

- Eg ætli mær at útvikla hetta soloprojektið til ein live bólk, har eg syngi og geri tónleikin. Soleiðis at tað fer frá at vera bara einmans DJ’ing til at vera ein elektro bólkur. Stílurin ætli eg skal vera 90ara rave við humor. Tað verður kitsj, nýtt og power – alt í senn. Tað skal vera eitt sindur aggressivt, men eisini hava sjálvironi.

Hvussu greiðir ein frá heilt stutt, hvat tekno og elektroniskur tónleikur er?

- Elektroniskur tónleikur ella house er nakað, ið m.a byrjaði í 70unum við bólkum sum Kraftwerk. Men elektroniskur tónleikur til dansigólvið er tónleikur, ið er útviklaður frá bólkum sum Kraftwerk, men sum aðrir bólkar/DJ’ar hava tikið og endurnýggjað. Eitt nú Afrika Bambaataa við lagnum »Planet Rock«, ið m.a inniheldur eina sampling av einum broti úr »Trans Europe Express« hjá Kraftwerk.

- Hendan útviklingin kallast Acidhouse. Orðið acid kemur frá, at ein DJ tekur eitt lag hjá einum øðrum artisti og samplar tað við sítt egna ljóð. Orðið house stavar frá, at hesin tónleikur mest bleiv framførdur í vøruhúsum tá síðst í 80unum, fyrst í 90unum. Harvið navnið Acidhouse. House tónleikur er sikkurt eisini tað slagið av elektroniskum tónleiki, ið bleiv populerast fyrst, og sum kláraði at bróta út í mainstream. Aðrir stílar sum italo disko og elektro boogie úr 80unum, ið eisini koma frá hipp hopp og afrikanskum breakbeats, eru nú blivnir til tað, ið vit kalla tekno.

- Tekno er í grundini ein leivd av tí gamla elektro breakdance tónleikinum frá sídst í 70unum, fyrst í 80unum. Tað minnir nógv um hvørt annað, men tekno er nógv meira robotsligt og kalt. Líka sum elektro breakbeat tónleikurin var tekno tónleikurin eisini gjørdur til at dansa til.

- Mín íblástur kemur frá Acidhouse og old school rave. Frá tíðarskeiðinum ’88-’92. Eg havi lurtað so leingi eftir hesum tónleikinum, at eg nørdist næstan ikki um ávísar bólkar longur. Eg eri meira inspireraður av tíðarskeiðum enn bólkum. Tað er huglagið frá teimum ymsu tíðarskeiðunum, ið hugtekur meg.

 

Hvat við Føroyskari DJ mentan? Er munur á uppfatanini av DJ’ing í Føroyum og í Danmark?

- Eg havi verið DJ báða staðni, og tað er ordiliga ógvusligt, so stórur munur er á, hvussu fólk uppfata ein DJ í Føroyum og í Danmark. Í Føroyum er ein DJ faktiskt bara ein, ið setir tónleik frá; oftast bara tað, ið fólkið biður um. Í Danmark verður ein DJ sæddur sum ein tónleikari, ein listamaður, og fólk hava virðing fyri tí, ið hann ger. Tað, at hann stillar seg upp og ger síni ting - miksar og samplar - merkir, at tað er hann, sum stýrir showið. Tað er hann, sum veit betri. Tað er ikki fólkið, sum skal avgerða nakað, men tað er DJ’in, sum vísir, hvat er kul. Í Føroyum er tað akkurát umvent.

 

Hvussu ber tað til, at tað er so stórur munur á?

- Tað er tí, at hendan útviklingin við elektronika og tekno ongantíð hevur verið í Føroyum. Mann sigur altíð, at Føroyar eru 10 ár aftanfyri. Og soleiðis var eisini við Side Effect, tí sjálvt um vit vóru fyrsti elektroniski bólkurin í Føroyum, vóru vit alíkavæl 10 ár eftir, at tað kom fram aðrastaðni.

- Føroyar hevur í grundini altíð verið eitt rokkland, líka inntil nú. Eg haldi, at tann ultimativa broytingin – ella føroyska tekno revolutiónin – so smátt byrjaði at fara í gongd, tá Clickhaze vunnu Prix Føroyar í 2001. Tónleikurin hjá teimum var øðrvísi og sjálvsikkur. Tey gjørdu nakað spildurnýtt í føroyskum tónleikahøpi, og tað hevur sett síni mørk. Bólkar hava síðani tað torað nógv betri at gjørt egnan tónleik og at veri øðrvísi. Faktiskt hava vit næstan allar sjangrur umboðaðar í Føroyum í løtuni, og eg dugi ikki at hugsa um nakran bólk, sum líkist ordiliga nógv hvørjum øðrum akkurát nú. Tað er endiliga blivið in at vera øðrvísi; at vera tann, ið ein er.

 

Hví heldur tú, at tað hendir júst nú? Og hvat kunnu vit gera fyri at betra um umstøðurnar?

- Internetið er uttan iva størsta orsøkin til, at hjólið er farið á rull. Um ikki internetið hevði verið í Føroyum, høvdu føroyingar enn ikki havt uppdagað elektrotónleik, tí tað verður so avgjørt ikki spælt á MTV, svf ella í útvarpinum.

- Eg rokni við, at tað bara er ein spurningur um tíð, inntil vit fáa DJ mentanina stabiliseraða í Føroyum. Landið er enn ungt, og hendan útviklingin er spildur­nýggj. Fyri bara einum ári síðani, høvdu (næstan) øll skitið á, hvør var DJ á einum staði. Men nú ganga fólk nógv meira uppí tað og vísa tí meira ans.

- Um tú ikki risikerar eitt sindur, kemur tú ongan veg. Føroyar byrjar í minsta lagi at innheinta eitt sindur, og tað er altíð nakað. Nú kann tað bara ganga frameftir.

 

Finn tónleikin

Hoyr tónleikin hjá Brynjolfi á myspace.com/sexyelectrobaby. Fylg annars við her í blaðnum og á Planet.fo, nær Brynjolfur aftur skal framføra í Føroyum.