Eftir at tað leingi hevur gingið meiri enn illa hjá KR, var tað sunnudagin aftur hugaligt hjá føroyska landsliðsspælaranum í bestu íslendsku deildini.
KR var á tjóðarvøllinum í Laugardali, har KR átti heimavøll inntil í 1984. Mótstøðuliðið var Fram, og tað eydnaðist KR at vinna 4-0. Fram og KR settu sjøtul á 11. umfarið, og hetta var fyrsti sigurin hjá KR, síðani teir í 2. umfari á heimavølli vunnu á Fram.
Rógvi Jacobsen átti stóran leiklut í stórsigrinum. Eftir at hann fleiri tær seinastu ferðirnar orsaka av skaðum hevur verið á verjukendum miðvallarplássi, var hann hesa ferð allar 90 minuttirnar í álopinum.
KR fekk fyrsta málið í 31. minutti. Álopsfelagin hjá Rógva, Grétar Ólafur Hjartason, átti síðsta fótin á, og Rógvi átti næstsíðsta fótin á.
Fýra minuttir eftir steðgin skoraði Rógvi til 2-0. KR heimasíðan vil vera við, at málið var meinlíkt tí, sum Rógvi á sama vølli í 2003 skoraði fyri Føroyar og ímóti Íslandi. Innleggið kom úr vinstru, og Rógvi var ósvikaliga tryggur, tá ið hann sendi í kassan.
Trettan minuttir undan leikloki var Rógvi Jacobsen aftur upp á spæl. Hann vann bóltin av Fram verjuni, og so spældi hann enn eina ferð Grétar Ólafur Hjartason leysan, soleiðis at hesin kundi økja um munin til 3-0.
Tá ið tað restaðu ellivu minuttir slerdi KR trivaliga og sera kærkomna stórsigurin á útivølli rimmar fastan við langskoti, sum brast í stólpan, áðrenn bólturin fór í málið.
Í hinum dystinum í 11. umfarinum, sum var á skránni sunnudagin, vann þróttur 1-0 á útivølli ímóti Fylkir, sum mánakvøldið í síðstu viku vann 3-1 á útivølli ímóti KR. Mánakvøldið var 2-2 í Keflavík, har ÍBV vitjaði.
Oyðimarkargongd
Á KR heimavøllinum var hýrurin einki serligur mánakvøldið í síðstu viku. Í einki serligum summarveðri var leikliga avrikið hjá KR ímóti Fylkiri einki serligt. KR legði tó betri fyri, men liði, sum ikki hevur byrðin við sær so líkt, so bóru tvey kiks í verjuni tvey mál til mótstøðuliðið við sær, og tá ið teir tíðliga í 2. hálvleiki øktu til 3-0, so fór luftin úr, og hóast tað eftir horna eydnaðist verjuspælara at minka um munin, so var tað ongantíð nakar ivi um, at Fylkir fór at vinna.
Teir í Fylkir vóru sjálvandi væl nøgdir, tí í fyrsta umfarinum høvdu teir kent, at KR so at siga hevði lumpað sigurin frá teimum, eftir at Fylkir leikliga hevði verið greitt omaná. Í øðrum umfari vann KR aftur, og tað tóktist sum um, at teir aftur hesa ferð skuldu vera við í meistarakappingini. Men so vendi, og burturúr átta teimum næstu royndunum spurdust fýra javnleikir og fýra tap.
-Nei, hetta hevur ikki verið serliga hugaligt. Ein av orsøkunum til at tað hevur gingið minni væl hevur verið, at vit hava verið ógvuliga skaðaplágaðir, staðfesti Rógvi Jacobsen eftir dystarlok mánakvøldið í síðstu viku.
Rógvi var ímóti Fylkiri á verjukendum miðvallarplássi. Tað hevði hann eisini fleiri ferðir frammanundan verið.
- Mær dámar best at spæla í álopinum, men tá ið tað hevur staðið illa til við fólki, so hevur venjarin viljað havt meg í álopinum, og tað havi eg sjálvandi tikið til eftirtektar. Vónandi verður tað ikki so leingi, inntil tað aftur fer at bera mær til at spæla í álopinum, droymdi Rógvi í sirminum, og sunnukvøldið var dreymurin aftur veruleiki.
Betri vónir um framtíðin
Undir dystinum var skjótt at staðfesta, at tað manningarliga stóð illa til hjá KR. Rógvi Jacobsen var ímillum teir mest eyðsýndu, og saman við honum høvdu ein miðverji, ein miðvallari og ein áleypari støðið, sum skal til, um KR skal gera seg galdandi. Í øllum hinum ódnunum haltaði tað orduliga.
Tí er ikki so undarligt, at KR, sum var meistari í 2002 og 2003, ikki telist millum oddaliðini. Undan kappingarbyrjan varð roknað við, at teir skuldu kappast við meistaraliðið frá í fjør, FH, um meistaraskapin. Tá ið tíggju umfør vóru farin, og kappingin var gott og væl hálvrunnin, hevði FH 30 stig, og KR hevði 10 stig!
At KR gongdin hevur verið vánalig sæst aftur á áskoðaratalinum. Ímóti Fylkiri vóru teir neyvan fleiri enn eitt túsund. Umstøðurnar hjá áskoðarunum kring vøllin í Frostaskjóli vóru, sum tær eru kring flestu vallirnar í Føroyum. Men umstøðurnar hjá pressuni vóru betri, enn tær eru kring allar vallirnar, sum føroyska landskappingin gongur fyri seg á.
Ein ungur skilagóður áskoðari segði støðuna vera alt annað enn góða, men hann hevði gott mót um framtíðina.
- Skaðar hava plágað í ár, men KR eigur ikki gott lið. Tá ið vit vunnu meistaraskapin í 1999 og 2000 áttu vit framúr gott lið. Teir spælararnir eru nú ymsa staðni kring Europa. Tá ið vit vunnu meistaraheitið í 2002 og í 2003 var liðið einki serligt. Men hini liðini vóru heldur ikki góð, og so vunnu vit. Liðformaðurin frá tí liðnum helt saman upp á liðið. Hann er nú í FH.
Hvussu við Rógva Jacobsen?
-Hann varð keyptur, tí hann var vandamikil álopsspælari í HB. Skaðastøðan og ikki serliga sannførandi hópurin hevur havt við sær, at Rógvi ikki hevur havt møguleikar at vísa sínar dygdir í álopinum, men hann hevur kortini víst máltev. Eg vænti, at tað fer at verða betri, tí eingin her í felagnum ivast í, at Rógvi hevur dygdir. Tað vísir hann í øllum dystunum. KR hevur altíð verið felagið, sum hevur verið mett at vera tað við mestu pengunum. Kanska felagið fer at keypa onkrar spælarar. Eg haldi, at liðið er á veg rætta vegin, og eg ivist ikki í, at Rógvi fer at vera uppaftur meiri eyðsýndur næsta ár, helt hesin skilagóði og KR kunnugi áskoðarin á KR heimavøllinum í Reykjavík.
- Eg havi bundið meg í tvey ára sáttmála her í KR, og eg ætli at geva tí ein kjans, segði Rógvi Jacobsen eftir dystarlok.
Tá ið vit bóru upp á mál tosið í Klaksvík um, at Rógvi um ikki so langa tíð aftur fór at verða at síggja í føroyskum fótbólti og kanska í bláari Klaksvíks troyggju, so segði landsliðsspælarin seg einki annað hava at halda seg til enn tvey ára sáttmálan, sum hann í heyst skrivaði undir við KR.