TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Hilmar Jan Hansen segði frá tí seinastu løtuni av seinnu FM-finaluni millum H71 og VÍF í Hoyvíkshøllini fyrr í dag.
H71 vann 26-21 (12-10) og við 28-27 sigrinum í tí fyrru FM-finaluni er H71 føroyameistari í manshondbólti 2017. H71 er eisini steypavinnari. Talan er um fyrstu greipuna í søguni hjá H71.
Á ljóðfíluni hoyra vit eisini hondbóltsviðmerkjaran, Claus Rasmussen taka samanum avrikið hjá H71 í FM-finaluni í dag.