TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og tit kunnu njóta eina minniliga frásøgn, sum var á Rás2 av teimum seinastu minuttunum av U21 HM-undankappingardystinum millum Føroyar og Sveis, sum Føroyar vunnu 28-24 á sveisisku bólkafavorittunum. Støðan í steðginum var 16-14 til Sveis.
Tróndur Arge segði beinleiðis frá á Rás2, og talan er um eina ta mest minniligu hondbóltsfrásøgnina nakrantíð. Teitur Joensen var ein hollur viðmerkjari til frásøgnina hjá Tróndi.
Ljóðbrotið byrjar í løtuni har Sveis fær brotskast, og javnar til 24-24, og so kemur løtan tá føroyskur mansungdómshondbóltur framdi størsta altjóða bragdið nakrantíð.
In.fo og Rás2 ynska leikarum, venjarum og øllum hondbólts-Føroyum tillukku við minniliga sigrinum.