Samdøgurs-endurmenningin á Boðanesheiminum eigur at kunna halda fram næsta ár.
Tað staðfestir Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Nakað síðani kom fram, at vælumtókta endurmenningin á Boðanesheiminum fór at detta niðurfyri, tí tey høvdu ikki pengar at halda fram.
Tí hevur Sirið Stenberg, tingkvinna spurt landsstýriskvinnuna, hvussu landið liggur á hesum øki.
Annika Olsen staðfestir, at endurmenningin á Boðanesheiminum er ein royndarverkætlan, sum Tórshavnar kommuna sjálvstøðugt hevur sett í verk innanfyri játtanina í 2013.
- Sostatt er tað ikki Almannamálaráðið, sum hevur sett verkætlanina í gongd, og ráðið varð heldur ikki kunnað um hesa verkætlan, fyrr enn eftir at hon var sett í verk, sigur Annika Olsen.
Boðanesheimið verður javnsett við hini røktarheimini í landinum og fær eina játtan eftir talinum á búfólkum.
- Í 2014 eru harafturat 1,8 millión krónur settar av til frontaldement, sum koma at búgva á serligari frontaldemensdeild á Boðanesheiminum.
Tá ið røktarheimið varð bygt, var ikki lagt upp fyri, at virksemið á heiminum skuldi fevna um annað enn tað vanliga virksemi, altso til annað enn til føst búpláss.
Tískil varð heldur ikki lagt upp fyri eini meirjáttan til annað virksemi.
Annars er ásett, at 12 av teimum 64 plássunum kunnu verða nýtt til umlættingarpláss og –ella-endurvenjing.
- Sostatt fær røktarheimið fulla játtan, altso vanligan dagsprís, fyri tey plássini, sum verða brúkt av borgarum, sum eru fevndir av endurmenningartilboðnum.
- Talan er um einar 500.000 krónur um árið fyri hvørt plássið og meting Almannamálaráðsins er, at tað ber til at veita eina góða endurmenningartænastu fyri hesa játtan, sigur Annika Olsen.
Hon sigur, Tórshavnar kommun hevur boðað frá, at royndarverkætlanin kostar 1,35 millión krónur og tað svarar til trý fulltíðarstørv.
- Talan hevur verið um fimm samdøgurs-endurmenningarpláss og røktarheimið fær fullan dagsprís fyri hesi fimm plássini, ella einar 2,5 milliónir krónur.
- Harafturat rindar borgarin 132 krónur um samdøgrið fyri tilboðið.
Tí heldur Annika Olsenm at at samdøgursendurmenningin á Boðanesheiminum kann halda fram í 2014.
Hon leggur afturat, at gongst sum ætlað, verður tað Tórshavnar kommuna, sum umsitur eldraøkið frá 1. januar í 2015.
Hetta árið, sum er eftir, hevur kommunan góðar stundir at leggja økið til rættis, soleiðis at hon er til reiðar at taka við uppgávuni í 2015.
- Metir kommunan tað verða neyðugt, ber til hjá henni at raðfesta fleiri pengar til endurmenning á Boðanesheiminum, sigur Annika Olsen.
|