Engell nýggjur stjóri á Ekstra Blaðnum

Fyrrverandi danski løgmálaráðharrin og fyrrverandi formaður hjá teimum konservativu í Danmark, Hans Engell, er púra óvæntað, settur sum blaðstjóri á Ekstra Blaðnum. Hann gevst í politikki alt fyri eitt

Sveinur Tróndarson


Danska Ekstra Blaðið hevur fingið nýggjan blaðstjóra. Púra óvæntað eitur hann Hans Engell og av tí sama gevst Engell í donskum politikki í dag.

Tað var púra óvæntað, at Hans Engell, sum er fyrrverandi formaður hjá teimum konservativu í Danmark, og sum hevur verið ráðharri meiri enn einaferð, skuldi gerast blaðstjóri á Ekstra Blaðnum. Hóast tað hevur verið kent í eina tíð, at hann ikki stillar upp aftur til næsta væl, so kom hetta tó, sum ein bumba.

Fráfarandi stjórin á Ekstra Blaðnum, Sten Ove Gade, hevur í eina tíð sagt, at hann ætlar at leggja frá sær, og hetta ynski er nú gingið út. Gade er 64 ára gamal og hevur sitið í ovastu redaktiónini síðani 1976.

Hans Engell, er útbúgvin journalistur, og segði, tá hann avdúkaði, at hann ikki stillar upp aftur til Fólkatingið, at hann ongar fastar ætlanir hevði fyri framtíðina. Hann var opin fyri hugskotum, og legði afturat, at ein journalistisk útbúgving kann hava so nógv við sær. Síðani tað hevur hann verið fastur viðmerkjari á dagblaðnum Børsen. Engell fær úr at gera á Ekstra Blaðnum. Upplagið hevur verið fallandi og tað fer at krevja sín mann, at fáa vent tí gongdini. Bæði fyrrapartsbløðini, Ekstra Blaðið og BT hava gjøgnum fleiri ár mist eina rúgvu av lesarum. Ekstra Blaðið er kortini tað, sum hevur fingið harðastu viðferðina, tí í fjør hevði blaðið bert 139.000 lesarar fyri alt árið. Hetta er tað lægsta nakrantíð.