Enn ein fótbóltshøll á breddan

07 Vestur, ið er eitt av allar størstu fótbóltsfeløgum í landinum eru komnir væl áleiðis við ætlan um bygging av fótbóltshøll. Sambært keldum hjá in.fo metir felagið, at stóra og vaksandi virksemi hjá felagnum ger, at tørvurin á eini slíkari høll er stórur.

 

Høllin, sum skal vera av FIFA-góðkenda slagnum, skal við atbygdum fasilitetum kunna hýsa altjóða, skrásettum dystum, umframt konsertum og messum v.m.

 

Fyrsta byggistig, við høll og grundleggjandi fasilitetunum liggur um 35 milliónur, meðan samlaða kostnaðarætlanin liggur um 80 milliónir krónur.

 

Í samstarvi við granskingarstovnar innan upphiting, ljós- og ljóðviðurskifti og ventilatión, verður høllin eisini slóðbroytandi á hesum økjum. Eisini arkitektoniski parturin, innan og uttan, er væl gjøgnumarbeiddur við serkønum á økinum.

 

Samstundis gerst raksturin bíligari. Raksturin verður annars fíggjaður av útleigu til ítróttarlig og onnur mentanarlig tiltøk.

 

Samlaða verkætlanin leggur eisin upp til avleitt virksemi, eitt nú gistiingarhús og matstøð, umframt frítíðarítriv sum golf og svimjing.

 

Við fígging frá UEFA, FSF, kommunum, landi og ymiskum grunnum, við mentunarligum áhuga, kann høllin standa liðug uttan lántøku.

 

Enn er ikki endaliga avgjørt, hvar høllin skal standa. Sum skilst eru báðar kommunurnar og bæði fótbóltsfeløgini í oynni við í samstarvinum um nýggju fótbóltshøllina.

 

Í myndasavninum eru tekningar av ætlaðu høllini.