Tíðindaskriv
Mentamálaráðið hevur funnið nýggja fyribilsloysn á stóru hølistrupulleikunum hjá Fróðskaparsetrinum. Mentamálaráðið hevur gjørt tvey ára leiguavtalu við Føroya Sjómansskúla um at leiga trý undirvísingarhøli á Sjómansskúlanum.
Hølini skulu umbyggjast áðrenn tey kunnu takast í nýtslu. Fróðskaparsetrið skal gjalda fyri umbyggingina, sum er sett í verk og skal vera liðug til lestrarbyrjanina eftir summarfrítíðina.
Hetta er ein fyribils loysn á hølistrupulleikunum til ein varandi loysn er funnin.
Tórshavnar Kommuna handaði í 1990 eitt 50.000 fermetra stórt grundøkið í Marknagili sum gávu í sambandi við 25 ára føðingardagin hjá Fróðskaparsetrinum.
Upptøkur á Fróðskaparsetrinum 2003
Í summar taka tvær deildir upp til lestur at byrja eftir summarfrítíðina.
Søgu- og samfelagsdeildin tekur upp til 3 ára lestur (B.S.Sc) í stjórnmálafrøði og til 3 ára lestur (BA) í søgu- og mentanarfrøði. Fyrsta árið er felags fyri báðar útbúgvingarnar. Upptøkutreytin er miðnámsskúlaprógv.
Náttúruvísindadeildin tekur upp til 2 ára støðisútbúgving í lív-/evnafrøði. Eisini verður tikið upp til framhaldslestur BSc í lívfrøði. Upptøkutreytin til støðisútbúgving í lív-/evnafrøði er B-stig í evna-, alis og støddfrøði frá miðnámsskúla. Upptøkutreytin til BSc-framhaldslesturin er staðin støðisútbúgving.
Stakgreinalestur
Umframt hesi trý tilboðini ber eisini til at tekna seg sum stakgreinalesandi til ávísar lærugreinir. Hetta kann vera góður eftirútbúgvingarmøguleiki hjá fólki, sum eru í starvi og annaðhvørt mangla serstakan førleika ella vilja taka afturíaftur okkurt, sum kanska hevur ligið nakað leingi.
Lesturin á Søgu- og samfelagsdeildini byrjar mánadagin 1. september og á Náttúruvísindadeildini mánadagin 25. august.
Seinasta freist at søkja um upptøku er 1. juli. Umsóknarbløð og kunningartilfar fæst við at venda sær til Fróðskaparsetrið á 352500 ella á heimasíðuni hjá Setrinum: www.setur.fo