Landsliðsspælarin Henning Jarnskor hevur fingið áheitan um at koma at spæla í Íslandi næsta kappingarár.
Tað er 2. deildarfelagið Fylkir, sum liggur í Reykjavík, sum hevur vent sær til GÍ-spælaran, og hevur boðið honum at koma at spæla við teimum.
Teir vilja hava Henning at koma yvir í januar at hyggja eftir umstøðunum og at venja, men sum landið liggur í løtuni, spyrst einki burtur úr hesum, tí gøtumaðurin er skaddur.
? Eg fekk eitt stressbrot í beinið í summar, og eg eri framvegis ikki vorðin frískur, sigur Henning Jarnskor við Ítróttarsosialin.
? Eg skal til kanningar týsdagin, og eftir tað svari eg íslendska liðnum, men sum støðan er í løtuni, rokni eg ikki við, at tað kann koma uppá tal, at eg fari yvir har longu í januar mánaði.
Ljóðar
spennandi
Henning Jarnskor spældi við stressbrotinum í beininum í langa tíð, áðrenn tað heilt einfalt ikki bar til longur, og hann noyddist at geva avboð til seinasta landsdystin.
? Eg havi verið til kanningar nakrar ferðir, men tað hevur ikki gingið væl. Skaðin varð vorðin betri seinast eg var til kanningar, men eg havi framvegis pínu í beininum.
? Annars ljóðar tankin um at spæla í Íslandi spennandi, bæði at royna eitt nýtt felag og at spæla á grasi, men tað kemur ikki uppá tala t fara til Íslands fyrr enn eg eri frískur, sigur Henning Jarnskor