TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við liðskiparan hjá EB/Streymi, Niels Paula B. Danielsen.
Niels Pauli harmast enn ein heimadyst, sum EB/Streymur átti at vunnið. Í dag 0-0 ímóti AB við Margáir í Streymnesi, og seinast 2-2 ímóti ÍF. Niels Pauli ásannar, at tann seinasta neyvleikin væntar við tær avgerandi støðurnar. Niels Pauli fegnast kortini um leikligu menningina hjá teimum ungu EB/Streyms spælarunum, sum hann heldur er ógvuliga eyðsýnd.