Trettanda pláss í Premier League og ein hálvfinala í FA Cup. Tað vildu tey flestu nokk mett, sum eitt rímiliga gott kappingarár fyri eitt av nýggju feløgunum í Premier League.
Tíverri fyri Quique Sanchez Flores, so tykist leiðslan í Watford ikki at vera samd í tí. Í dag boðar felagið nevniliga frá, at dysturin sunnudagin verður síðsti dysturin har Quique Sanchez Flores, venjarin, stendur á odda fyri felagnum.
- Vit ynskja at takka Quique. Hann og hansara lið hava rokkið málinum, ið vit settu við sesongbyrjan um at vera verandi í Premier League, skrivar felagið í fráboðanini og leggur afturat.
- Quique fer frá okkum við øllum góðum ynskjum fyri framtíðina, og vitanina at hann altíð er vælkomin í Vacarage Road.
Spanski venjarin hevur verið á odda fyri felagnum síðani juni 2015, eftir at felagið hevði tryggjað uppflyting til Premier League.
Sáttmálin millum venjaran og felagið innibar, at leiðslan og venjarin skuldu eftirmeta fyrsta árið, áðrenn støðan varð tikin til, um hann kundi halda fram.
Sjálvur metti Quique Sanchez Flores, at kappingarárið hilnaðist væl.
- Felagið og eg hava ikki somu meting av kappingarárinum. Umstøðurnar eru ikki tær røttu til at seta í verk treytirnar, ið leingja um sáttmálan. Sum ein av fylgja av tí, so fari eg úr Watford, sigur venjarin og leggur afturat.
- Eg eri glaður fyri árið og havi notið hesa upplivingina.