Enn ein sigur til ÍF

Fótbóltur: Sigursrøðin hjá fuglfirðingum heldur fram, og nú eru fuglfirðingar har, sum tað veruliga er stuttligt at verða

Pílurin peikar veruliga rættan veg hjá ÍF, sum nú hevur vunnið fýra dystir á rað, og eru fuglfirðingar nú bert tvey stig frá oddinum. Sunnudagin var tað so NSÍ, sum stóð fyri skotum, tá ÌF vitjaði við Løkin í Runavík. Fyrstu minuttirnar gekk eitt sindur aftur og fram. ÍF lá framvið, og fekk nøkur innlegg, sum ikki gjørdust heilt vandamikil, meðan NSÍ hevði nakrar naskar royndir á málið. Júst sum heimaliðið royndi at seta seg á dystin fekk ÍF mál. Danski Thomas Asmussen stýrdi eitt innlegg hegnisliga í netið við einum góðum stútara, og nú ressaðist útiliðið. Tá vóru 21 minuttir farnir av fyrra hálvleiki. Eitt lítið korter seinni kom ÌF uppá 2-0, tá Jan Ó. Ellingsgaard við einum flottum hálvfluktara stýrdi bóltin í málið. Og ÍF hevði tamarhald tað sum eftir var av fyrra hálvleiki. Tá ein stórur tími var farin av dystinum eydnaðist tað loksins NSÍ at fáa mál. Eftir trunkaspæl í brotsteiginum hjá ÍF varð Klæmint Olsen feldur, og Eiler Rasmussen var ivaleysur og dømdi brotsspark til NSÍ. Sami Klæmint Andrasson Olsen sendi bóltin trygt í netið dygst høgrumegin, og nú tendraðist ein vón hjá NSÍ. NSÍ hevði nakrar málmøguleikar eftir hetta, men nærri komu runavíkingar ikki, og fuglfirðingar kundu aftur fara av vøllinum við trimum stigum.

Vónbrotin Magnus Olsen
Eftir dystin duldi Magnus Olsen hjá NSÍ ikki, at teir vóru vónbrotnir um tapið: - Vit eru allir vónbrotnir. Vit royndu í seinna hálvleiki at koma inn aftur í dystin, og eg helt, at vit kláraðu rættiliga væl at leggja trýst á teir, har vit hava nakrar góðar málmøguleikar, men vit fáa tíverri ikki mál, segði Magnus Olsen við Rás2 aftaná dystin. Runavíkingar síggja nú fram til grannauppgerðina ímóti B68 komandi leygardag. Høgni Madsen hjá ÍF var ólíka lættari um hjartað: - Vit fáa tvey mál, sum gera, at vit standa betur í tí, og vit hava gott tamarhald á støðuni í fyrra hálvleiki. NSÍ kemur so út í seinna hálvleiki fyri at pressa okkum, men eg haldi ikki, at teir skapa nakrar serliga vandamiklar støður, segði Høgni Madsen við Rás2 aftaná dystin. Komandi leygardag taka Høgni og ÍF ímóti gomlu liðfeløgunum hjá Høgna í KÍ.