HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
Í fyrsta umfari hevði Stjørnan stórar trupulleikar við at basa StÍF á Skála, men síðani hevur gingið strúkandi hjá kvinnunum úr Klaksvík. Sunnudagin fingu tær aftur fult. Hesaferð ímóti Kyndli, og tær liggja nú einsamallar á odda við fullum stigatali.
Javnur fyrri hálvleikur
Í fyrra hálvleiki var tó einki sum bendi á, at Stjørnan fór at vinna stórt á Kyndli. Stjørnan var oman á stóran partin av hálvleikinum, men munurin var ongantíð meir enn tvey mál. Ímóti endanum gekst tó eitt sindur gali hjá Kyndli, og hetta gjørdi, at Stjørnan slapp til hálvleiki við eini trý mála leiðslu. Støðan í hálvleikinum var 12-9 til Stjørnuna, og leiðslan var sum heild uppiborin.
Góður endaspurtur
Tá liðini komu út aftur til seinna hálvleik var gongdin aftur sera jøvn. Liðini fylgdust væl at, og tá seinni hálvleikur var hálvrunnin vóru enn bert trý mál á muni. Men tað lá líkasum í luftini, at Stjørnan hevði fleiri streingir at spæla á enn Kyndil. Tær hava ein størri hóp, og hetta kom til sjóndar í endanum á dystinum.
Tá 10 minuttir vóru eftir at leika var støðan 19-15 til Stjørnuna, og so valdi verjan bara at steingja málið. Kyndil fekk nevniliga ikki fleiri mál, og líkt var til, at orkan hjá kyndilkvinnunum var uppi.
Síðstu 10 minuttirnar fekk Stjørnan fimm mál, meðan Kyndil einki fekk, og sostatt gjørdist endaliga úrslitið 24-15 til Stjørnuna.
Samanumtikið var sigurin fult uppiborin, og hann var ongantíð í vanda, tí Stjørnan var væl betri enn Kyndil henda dagin. Nú er Stjørnan einsamøll á odda, og so er spurningurin, hvat av hinum liðunum í deildini megna at steðga Stjørnuni.
Fakta um dystin
Stjørnan-Kyndil 24-15 (12-9)
Málskjúttar
Stjørnan:
Durita Christophersen 6, Simona Petersen 5, Alina Olaru 4, Joan M. Djordjevic 4, Una Olsen 2, Annika Biskupstø 2, Edith Hansen 1
Kyndil: Lina Andriulyte 6, Brynhild Klein 4, Jacklin Durhuus 4, Barbara Egilstrøð 1
Brotskøst: Stjørnan 5, Kyndil 3
Útvísingar Stjørnan: 2, Kyndil 3
Dómarar: Helgi Petersen & Ragnar Simonsen