Lokaluppgerð var í høvuðsstaðnum leygardagin, tá bestu kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum brustu saman í øðrum umfari av Sunset-kappingini. Í fyrsta umfari hevði Neistin vunnið stórsigur á VÍF, meðan Kyndil mátti noyðast við javnleiki úti ímóti StÍF, og tí var Neistin uttan iva favorittur undan dystinum. Síðsta kappingarár kom tað tó fyri í fleiri førum, at Kyndil gav Neistanum ein skarpan gang, og tí vóru helst fleiri, sum væntaðu, at hesin dysturin eisini kundi gerast spennandi.
Leikaði javnt á
Og fyrra hálvleikur gjørdist eisini rættiliga spennandi. Fyrstu løtuna av dystinum var Kyndil við yvirlutan í málum, men tað gekk ikki long tíð, áðrenn Neistin fór fram við Kyndli. Neistin førdi eisini allan vegin fyri steðgin, men Kyndil fylgdi tó væl við.
Stóran part av hálvleikinum skiftust liðini um at skjóta mál, men tá ið fimm minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, kom Neistin fyri fyrstu ferð fram um við fýra málum, og nú var okkurt, sum bendi á, at Neistin kundi fara at avgera dystin.
Kyndil helt tó fast í bláa havnarliðnum, og við tveimum teimum síðstu málunum í fyrra hálvleiki megnaðu tær grøna at halda fast um vónina at fáa eitt gott úrslit. Nú vóru aftur bert tvey mál á muni, og tí var líkt til, at alt kundi henda eftir steðgin.
Avgerðin
Men seinni hálvleikur var ikki nógvar minuttir gamal, tá dysturin í roynd og veru bleiv avgjørdur. Neistakvinnurnar komu nevniliga út á vøllin sum eitt satt ódnarveður, og fyrstu 10 minuttirnar skoraði Neistin sjey ferðir, meðan Kyndil bert fekk eitt mál, so nú førdi Neistin brádliga við átta málum.
Tískil var avgerðin í dystinum eisini fallin, men síðstu 20 minuttirnar royndu kyndilskvinnurnar tó at kempa av øllum alvi. Tær fingu eisini í einum føri munin niður á seks mál, men neistakvinnurnar vóru skjótar at svara aftur, og so fór luftin av Kyndli.
Endin var, at Neistin vann dystin 29-18, og fyri aðru ferð í ár av tveimum møguligum vísti Neistin sera gott spæl og góðan vilja í seinna hálvleiki. Hetta gjørdi eisini, at tær vunnu sín næsta stórsigur á rað. Harvið liggja tær nú einsamallar á odda í Sunset-kappingini hjá kvinnum.
Hjá Kyndli sá gott út fyri steðgin. Í seinna hálvleiki gekk tó ikki heilt eftir vild hjá Kyndli, og tí máttu tær taka til takkar við fyrstu tapinum í ár eftir ein javnleik í fyrsta dystinum.