ES-BOYKOTT: Ein breiður meiriluti av ES-limalondunum samtykti í dag at seta í verk handilstiltøk móti Føroyum. Sum væntað verður talan um at ES stongir sínar marknaðir fyri øllum innflutningi av makreli og sild úr Føroyum. Og eisini verður talan um at ES stongir sínar havnir fyri transit av sildi og makreli til aðrar marknaðir uttanfyri Evropeiska Samveldið.
Hinvegin er líkt til, at boykottið ikki fer at fevna um innflutning úr ES til Føroya av skipum og útgerð til skip, sum fiska makrel og sild.
Tað upplýsir Mette Gjerskov, matvørumálaráðharri, fyri in.fo.
Áður hevur verið nevnt, at ES-boykottið kemur í gildi innan eina viku frá tí at tað er samtykt. Men tað verður so ikki galdandi.
Tí áðrenn tiltøkini koma í gildi skal uppskotið gjøgnumgangast av nýggjum. Og tað gevur danska matvøruráðharranum eina spinkla vón um at tað fer at eydnast at sleppa undan sanktiónum.
- Vit hava fingið nakrar dagar eyka at arbeiða í. Og hetta tíðarskeið mugu vit arbeiða hart fyri føroysku sjónarmiðunum, sigur Mette Gjerskov við in.fo.
Hoyr samrøðu við Mette Gjerskov við at trýsta á pílin undir myndini.