Enn eingin skrá fyri býráðsfundin á Tvøroyri

- Fundurin verður í januar, segði Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, tá ið hann útsetti ætlaða býráðsfundin, sum skuldi vera 8. januar í ár. Talan er um nógv umrødda býráðsfundin á Tvøroyri, har nýggi meirilutin skal skipa nevndarval á nýggjum, nú borgarstjórin hevur mist meirilutan. 

 

 

 

Upprunaliga spurdi nýggi meirilutin um at sleppa framat nevndarvalinum longu á ársins seinasta fundi í fjør, men hesum varð sýtt fyri av ymiskum orsøkum. Síðani skuldi fundurin vera 8. januar, men varð útsettur. Í morgin skal hesin fundur so avgreiðast á Tvøroyri.

 

 

 

Á heimasíðuni hjá Tvøroyrar  Kommunu stendur at lesa, at áheitanin frá valbólkinum við Kristinu Roest, Súsonnu Bertholdsen, Boga Johannesen og Bjarna Hammer, um at velja nevndirnar av nýggjum, verður á skrá. Samstundis stendur, at skráin verður dagførd mánadagin  29 januar. Tað var í gjár, men enn er eingin skrá komin á heimasíðuna.