Koronafarsóttin heldur fram við at gera nógv um seg í USA, og tí kunnu amerikanarar enn einaferð seta eitt heldur keðiligt met. Hesaferð snýr tað seg um talið av deyðum orsaka av korona, tí hetta tal er vaksið sera nógv eftir bara einum degi.
Tí seinasta døgnið hevur man í USA skrásett ikki færri enn 2.239 andlát orsaka av korona, og tað er tað hægsta, sum man hevur skrásett eftir einum degi síðani einaferð í mai mánaða. Tað vísa tøl frá John Hopkins University.
Í løtuni eru tað 76,7 deyð fyri hvørjar 100.000 íbúgvar í USA, og tað er eitt tal, sum er millum tíggju tey hægstu í heiminum.
Fyri gott og væl einum degi síðani fór samlaða talið av andlátum í USA orsaka av korona upp um eina fjórðingsmillión.
Bæði talið av smittaðum og talið av deyðum er vaksið sera nógv í seinastuni. Til dømis hevur man í deilstatinum New York sæð ein smittuvøkstur upp á oman fyri 100 prosent yvir bara nakrar fáar vikur.
Tað skal tó leggjast afturat, at USA síðani í vár hevur økt munandi um talið av koronaroyndum, sum verða gjørdar. Meira enn ein millión fólk verða testað dagliga í mun til, at man í vár testaði gott og væl eini 100.000 fólk um dagin, vísa tøl hjá John Hopkins University.